Búi Tyril: Hatta var groft av Sjúrði

- Eg veit ikki um eg havi juridiska ábyrgd av einum faldara, tá ið avsendarin er dulnevndur. Men eg haldi so ikki eg eigi nakra moralska ábyrgd, sigur Búi Tyril, sum bað um prent og útbering av dulnevnda faldaranum, sum kom í postkassar kring landið í gjár.

– Eg veit ikki, um eg havi juridiska ábyrgd av einum faldara, tá ið avsendarin er dulnevndur. Men eg haldi so ikki, at eg eigi nakra moralska ábyrgd, sigur Búi Tyril, sum bað um prent og útbering av dulnevnda faldaranum, sum kom í postkassar kring landið í gjár.

 

 

Enn einaferð fingu føroyingar eitt ógvuliga politisk skriv í hvørt hús í gjárkvøldið í form av einum faldara. Avsendarin er “Samfelagseygleiðarar”, og hevur hesin faldari fingið nógva umrøðu.

 

Hetta einamest tí, at fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale sendi eitt hvassorðað lesarabræv til miðlarnar í gjár, har hann legðist eftir Búa Tyril – manninum, sum umbað prent og útbering av faldaranum.

 

Les eisini: Og maðurin við lortaspannini er: Búi Tyril!!

 

Til daglig fæst Búi Tyril við grafiskt virksemi, og sambært honum er hesin faldarin umbiðin av einum kunda, sum ynskir at vera dulnevndur.

 

 

– Eg má siga, at eg upplivdi tað groft, at verða álopin av einum fólkatingsmanni orsaka av mínum leikluti í hesum, sigur Búi Tyril og vísir á, at hann á ongan hátt er útgevari av faldaranum.

 

– Hetta er ein uppgáva, sum eg havi tikið á meg. Men hetta er ikki mín boðskapur, og eg havi heldur ikki skrivað ella sett hetta upp grafiskt. Mín leiklutur í hesum er ikki ráðgevandi, og eg eigi ongan part í innihaldinum. Hetta var ein bundin uppgáva, har kundin hevur skrivað, redigerað og sniðgivið og stutt sagt eigur alt innihaldið. Mín leiklutur var avmarkaður og snúði seg um prenting og útbering og einki annað, sigur Búi Tyril við in.fo.

 

Víðari vísir hann á, at faldarin hevur fingið nógva umrøðu, og at fólk tykjast ill um faldaran og hansara leiklut í honum.

 

Les eisini: Skaale: Eg veit hvør avsendarin er

 

– Eg skilji ikki reiðiliga, at man tekur sær ein dulnevndan faldara so nær. Hatta er nøkur sjónarmið, sum man kann vera samdur ella ósamdur í. Men um man hevur so nógv í móti dulnevndum faldarum, so kann man bara lata vera við at geva honum ans, sigur Búi Tyril.

 

 

Áðrenn Búi Tyril umbað prent og útbering spurdi hann seg fyri hjá juristi, um nakað ærumeiðandi var í tí, sum sent varð út.

 

– Tað gjørdi eg mest fyri ein ordans skyld. Eg fekk tó at vita, at tað var einki ærumeiðandi at tosa um. Um eg beri juridiska ábyrgd, tí faldarin er dulnevndur, veit eg ikki. Men moralskt haldi eg ikki tað er mín ábyrgd, vísir hann á.

 

Tað, sum tó er fallið Búa Tyril mest fyri bróstið er, at ein so lemjandi yvirskrift sum “Og maðurin við lortaspannini er: Búi Tyril”, skuldi verða at síggja á øllum miðlum frá einum fólkatingsmanni.

 

 

– Tað er groft. Men eg havi ikki tikið støðu til, hvat eg skal siga um tað enn, sigur Búi Tyril.