Bíðið við almenna oljufelagnum

- Føroyingar eiga heldur at brúka pening og orku nú til at útbyggja oljuumsitingina til tess at kunna stýra og hava eftirlit við gongdini - enn at brúka nógvar kreftir uppá eitt alment oljufelag. Tað kann koma seinni sigur varastjóri í Statoil

Jan Müller


Í farnu viku kom ein herur av Statoilfólki til Føroya. Ørindi teirra vóru fleiri. Í ferðalagnum var m.a. varastjórin fyri altjóða leiting, Rolf Magne Larsen. Saman við honum var eisini nýggi tíðindastjórin hjá Statoil, Hans-Aasmund Frisak og jarðfrøðiligi leiðarin fyri Føroyaøkinum, John Inderhaug. Teir vitjaðu á Oljufyrisitingini hósdagin og stukku eisini inn á gólvið hjá løgmanni í Tinganesi.

Umframt teir vóru eisini onnur fólk frá Statoil við í ferðalagnum. Hetta er í sambandi við peningagávuna, sum Statoil hevur latið føroyska oljuútbúgvingarsamtakinum. Eisini hevur ein av serfrøðingunum hjá Statoil í boritøkni hildið fyrilestur fyri næmingum í studentaskúlanum í Hoydølum.


Millum tey fyrstu

Statoil var eitt av fyrstu oljufeløgunum, sum vísti føroyaøkinum ans, tá undirgrundin kom á føroyskar hendur. Tað eru longu fleiri ár síðani, at Statoil og hini bæði feløgini í AMG-samtakinum, Mobil og Enterprise vóru klár til at fara undir boring á landgrunninum. Feløgini hava brúkt meira enn 100 mill. kr. til kanningar, og hóast tað er gingin drúgv tíð at skula bíða eftir at fáa bæði mark og tí fyrstu útbjóðingina uppá pláss, so hevur Statoil ikki mist mótið. Tvørturímóti sær hetta stóra norska oljufelagið framvegis Føroyar sum eitt av sínum framtíðar leitiøkjum.

Og hetta dylur leitistjórin hjá felagnum heldur ikki fyri. -Hetta hevur tikið tíð, men nú haldi eg, at tær flestu forðingarnar eru burturbeindar, og bíða vit tí í spenningi eftir, at 1. útbjóðing skal lata upp í januar sigur Rolf Magne Larsen.

Hóast onkur ?svørt? skýggj á himmalinum, so hevur Statoil kortini ikki mist áhugan. At Mobil, sum felagið hevur arbeitt so tætt saman við, nú verður partur av Esso og tí helst ikki við tað fyrsta verður í bólki saman við Statoil, so heldur Rolf Magne Larsen ikki hetta verða nakra forðing. Tí hetta er so vanligt í oljuvinnuni, at bólkar broytast. Statoil fer innan árslok at finna fram til, hvønn bólk tað verður við í.

Norski leitistjórin sær heldur ikki avgerðina hjá Shell at taka seg aftur av føroyska økinum sum nakað veruligt afturstig fyri hetta økið. Sjálvandi virðir hann nógv vitanina og dygdirnar hjá Shell, men hann ivast í, um avgerðin hjá Shell ikki at vera við í 1. útbjóðing við Føroyar, byggir á tørvandi vónir til at finna olju og gass her. Heldur byggir hetta á tann týdning og prioritering, sum Shell leggur í onnur øki í heiminum. Tvs. at Føroyaøkið er rætt og slætt komið aftur um í røðini, men kann harfyri gerast áhugavert eina aðru ferð. Tí leggur Rolf Magne Larsen ikki so nógv í avgerðina hjá Shell.

Men samtíðis leggur hann dent á, at føroyska økið er eitt váðiligt og dýrt øki at arbeiða í. Hetta vita tey feløg, sum eru von at arbeiða á djúpum vatni. Rolf Magne Larsen minnir í hesum sambandi eisini á, at BP Amoco, sum rekur tey bæði oljufeltini á bretskum øki, Foinaven og Schiehallion hava havt trupulleikar orsakað av nógvum hørðum streymi á botninum og stórum aldum. Slíkt fær sjálvandi oljufeløg at umhugsa sínar íløgur.

Statoil er tað felagið, sum hevur flest leitiøki tilsamans á Atlantsmótinum. Felagið hevur nógva vitan um økið og sær Føroyar sum ein náttúrligan part av ølllum tí samlaða økinum. Tí vil felagið eisini vera við í leitingini her. Rolf Magne Larsen sigur, at data teirra vísa, at økið er áhugavert og serstakliga er talan um landssyningshornið, nærhendis bretsku oljufeltini.


Treytirnar eftir

Nú er so alt upp til føroyskar myndugleikar og við hesum sipar norski stjórin til treytirnar í komandi útbjóðing. Hann minnir á, at hetta er nýtt og ókent øki við torførum umstøðum at arbeiða í. Tað ger, at oljufeløgini vilja hyggja serstakliga væl eftir treytunum, sum verða settar og sammeta tær við onnur øki. Harfyri sigur norski stjórin ikki, at føroyingar ikki skulu laga viðurskiftini soleiðis, at Føroyar fáa nakað burtur úr.

Hann sigur seg væl skilja, um føroyskir politikarar vilja fáa inntøkur frá eini oljuvinnu, áðrenn alt ov nógv ár ganga. -Tí havi eg samhuga við tykkum , tá tit td. vilja hava royalty at vera við í treytunum. Tí tað er jú av brutto, og vil tað siga, at so skjótt sum oljufeløgini fáa inntøkur frá oljuni, so koma pengar í landskassan. Við hesum verður føroyingum tryggjað inntøkur frá fyrsta degi ein framleiðir.


Serskatt og alment oljufelag!

Hinvegin er Rolf Magne Larsen eitt sindur meira varin, tá tað um serskattin ræður. Skal slíkur ásetast so heldur hann tað tó vera av stórum týdningi fyri oljufeløgini, at hann ikki virkar fyrr enn feløgini hava tryggjað sær eina ávísa inntjening.

Men tá tað kemur til almenna lutøku við einum oljufelag er norðmaðurin rættiliga ivasamur ella rættari: hann heldur vit eiga at læra av norsku royndunum, hóast hvørt landið má hava sínar egnu royndir og sína skipan.

-Í Noregi kom alment oljufelag ikki uppá tal fyrr enn eftir 2. útbjóðing, og tá oljuvinnan hevði prógvað sítt tilverugrundarlag. Sjálvur haldi eg tað ikki vera skilagott longu nú at stovna eitt alment føroyskt oljufelag. Tað fer í hvussu er ikki at vaksa um matarlistin hjá oljufeløgunum.

Statoilstjórin heldur eisini, at nú føroyska samfelagið er so lítið, so er eisini umráðandi at brúka avmarkaðu kreftirnar og ikki minst arbeiðsmegina rætt. Hann heldur tað vera meira týdningarmikið at menna og útbyggja eina professionella føroyska oljuumsiting og brúka tey góðu fólkini til at stýra og hava eftirlit við gongdini. Ein slík fyrisiting er nevniliga sera týdningarmikil fyri eitt land, nakað sum norskar royndir eisini vísa.


UK og Føroyar ikki sammetast

Nú Føroyar kunnu koma at kappast við eina komandi útbjóðing á bretskum øki spyrja vit Rolf Magne Larsen, um hann ikki heldur, at føroyingar verða noyddir til at seta hægri krøv og treytir enn teir í Bretlandi gera beint hinumegin markið svarar hann, at ein kann ikki heilt samanbera økini. Hann skilur væl, at føroyskir myndugleikar eisini vilja hava onnur element inn í treytirnar enn t.d. bretar. -Fyri tað fyrsta hava tit sum er lægri partafelagsskatt, og tað kemur tykkum til góða. Harnæst eru tit eitt spildurnýtt øki, sum sjálvandi skal hava onkrar inntøkur, áðrenn tað gongur ov long tíð.

Annars heldur hann tað eigur at hava týdning fyri Føroyar at fáa fatur á teimum oljufeløgunum, sum eru von at arbeiða á djúpum vatni. Men feløgini skulu gera stórar íløgur, og tí má ein vóna, at tað verða funnin stór felt.

Rolf Magne Larsen minnir annars á, at føroyingar eisini mugu gera sær greitt, at í og við at man krevur, at alt skal um føroyskan keikant og at brúkast skulu føroyskar vørur og tænastur, so dýrkar man tá eisini um kostnaðin hjá oljufeløgunum. Tað hevði kanska verið bíligari hjá teimum at arbeitt úr Aberdeen t.d. men hann skilur væl, at føroyingar vilja hava virksemi her eisini. Men tað verður so eisini ein partur av heildaravveganini í sambandi við útbjóðingina.


25% møguleiki fyri at finna olju

Norðmenn eru ikki ókendir við umhvørvisfelagsskapin Greenpeace, sum í løtuni roynir at seta ein kíla í komandi bretsku útbjóðingina. Rolf Magne Larsen heldur ikki, at føroyingar eiga at hvørki at undirmeta ella yvirmeta Greenpeace.

Uppá fyrispurning nær vit kunnu rokna við, at Statoil fer at bora við Føroyar sigur norski stjórin, at hetta verður møguliga í ár 2001 men tað kann eisini blíva eitt ár seinni. Hann er so mikið bjartskygdur um møguleikan at finna olju her, at hann metir, at tað skulu kanska ?bert? borast eini fýra brunnar fyri at kunna finna olju her. Umroknað í % merkir tað, at tað eru 25% møguleiki fyri at finna olju. Hagtølini fyri leiting siga annars, at tað í meðal skulu borast einir 9-10 brunnar, áðrenn tú finnur olju.