Bíðirøð eftir grind

Grind var í Havn leygardagin. Tað er ikki hvønndagskostur, og tískil mundi tað koma sera væl við hjá nógvum, at partarnir vórðu býttir soleiðis sundur, at bæði drápspartar og heimapartar vóru at fáa. Bíðirøðin var í øllum førum tekin um, at mong í høvuðsstaðnum vóru svong eftir einum grindabita

Ein nýggj skipan varð roynd í høvuðsstaðnum um vikuskiftið, tá grindin skuldi skiftast. Tey umleið 2.200 skinnini vórðu býtt sundur í drápspartar og heimapartar.
Tórshavnar kommuna hevur ikki havt ta skipanina, at býta sundur í bátapartar. Ei heldur varð tað mett skilagott at býta partarnar upp í býlingar, so tískil kom hugskotið á borðið, um hví ikki at býta út til tey fólkini, sum vilja hava grind.
Kunngjørt varð, at tey, ið vilja hava grind, kundu tekna seg á ein lista hjá kommununi. Á hesum listanum standa nú umleið 6.500 fólk umboðandi 2017 húski. Men hesin listin veksur sum skilst allatíðina.
Hetta skuldi vísa seg at eydnast sera væl. Av teimum 2.200 skinnunum fóru 1.410 til drápspartar. Restin fór so til heimapartar.
Síðani varð lýst í útvarpinum leygar- og sunnudagin, at fyrst kundu tey, ið høvdu skrivað seg upp, koma eftir teirra parti. Og seinni, um nakað var eftir, kundu so fólk, ið ikki høvdu skrivað seg upp eisini koma.
Jens Marius Poulsen, hjálparmaður hjá sýslumanninum í Suðurstreymoy, letur sera væl at hesari skipanini, men sigur, at ein vansi tó var.
? Fólk stóðu í bíðirøð í næstan tveir tímar. Tað var galið við okkara skrásetingarskipan. Hon vísti seg at vera ein fløskuhálsur, sum vit ikki vistu um tá, men tað skulu vit fáa bøtt um til eina aðru ferð, sigur hann. Tað er tó upp til sýslumannin, um hendan skipanin verður nýtt aftur. Og sum skilst, so helt hann hana virka sera væl í sambandi við hetta drápið.
Jens Marius greiðir frá, at tá fólk komu eftir teirra parti, so lat til, at tey ikki høvdu væntað, at fáa so nógv, sum tey fingu.
Fleiri komu við ov smáum íløtum og gjørdust sjónliga bilsin, tá tey sóu mongdina, sum tey fingu við sær heimaftur.
Hvør partur var ein tíggjundapartur av einum skinni. Ein slíkur vigar um 75 kilo, og var helvt um helvt grind og spik til hvønn.