Fyrsta veruliga royndin at lýsa føroyskan ungdóm vísundaliga er nú komin út í bók
Nýggja bókin Miðlar, mentan og seinmodernitetur er úrslit av fyrstu vísundaliga kanningini av føroyskum ungdómi.
Bókin er ein stytt útgáva av ph.d-ritgerð hjá antropologinum Firouz Gaini. Endamálið við at stytta ritgerðina til bókaútgávu er at gera hana atkomiligari fyri ein breiðari lesarafjøld.
Miðlar, mentan og seinmodernitetur tekur støði í, at føroyskur ungdómur í dag livir undir øðrum fortreytum enn foreldraættarliðið gjørdi. Tí er tað av týdningi, at vit fáa eina dagførda lýsing av hesum samfelagsbólkinum. Fyri at skilja tey ungu og trupulleikar, tey hava at dragast við noyðast vit at kanna, hvussu mentan, livikor og familjuviðurskifti teirra eru.
Bókin vendir sær til øll, ið hava áhuga fyri ungdómslívi og ungdómsmentan í Føroyum; bæði ung og foreldur, granskarar og lærarar, ráðgevar og námsfrøðingar.
Hartil gevur bókin eitt vísindaligt íkast til kjakið um skúla og læring, frítíð og mentan í Føroyum í dag og í framtíðini.
Tað er forlagið Fróðskapur, sum hevur givið út bókina Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Firouz Gaini, Ph.D. í mannfrøði.