Bókin Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Firouz Gaini er úrslit av fyrstu vísundaliga kanningini av føroyskum ungdómi. Bókin er ein stytt útgáva av ph.d-ritgerð hjá antropologinum Firouz Gaini. Endamálið við at stytta ritgerðina til bókaútgávu er at gera hana atkomiligari fyri ein breiðan lesaraskara.
Íkast til kjak
Føroyskur ungdómur hevur ikki áður verið fyrimál hjá fólki, ið granskar føroyska samfelagið. Úrslitini av granskingini hjá Gaini, sum nú finnast í bókaútgávu, umboða sostatt fyrstu veruligu royndina at ungdómin í landinum vísindaliga. Endamálið við verkætlanini hevur verið at hyggja nærri at ungdóminum í landinum í dag úr einum mannfrøðiligum sjónarhorni.
Føroyskur ungdómur livir í einum opnum, framkomnum og miðlaríkum samfelagi, ið stendur í eini skiftistíð, har kjakast verður um virðir og normar, ið ymiskir samfelagsbólkar knýta seg til.
Ungdómurin í dag livir undir øðrum fortreytum enn foreldraættarliðið gjørdi, og tað er av týdningi, at vit fáa eina dagførda lýsing av hesum samfelagsbólkinum. Fyri at skilja tey ungu (og trupulleikar, tey hava at dragast við) noyðast vit at kanna, hvussu mentan, livikor og familjuviðurskifti teirra eru.
Mentanarligi samleikin hjá ungdóminum er settur saman av lokalum og globalum stílum og siðum, og er hetta nakað, ið eyðkennir seinmodernitetin, ið hevur sett sín dám á føroyska samfelagið síðan umleið 1990. Hetta er ein høvuðshypotesa í ritinum.
Bókin vendir sær til øll, ið hava áhuga fyri ungdómslívi og ungdómsmentan í Føroyum; bæði ung og foreldur, granskarar og lærarar, ráðgevar og námsfrøðingar. Bókin er eitt vísindaligt íkast til kjakið um skúla og læring, frítíð og mentan í Føroyum í dag og í framtíðini.
Tað er forlagið Fróðskapur, sum hevur givið út bókina Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Firouz Gaini, Ph.D. í mannfrøði.