Hósdagin 8. november kemur nýggja bókin "Teknarin og vinurin Ólavur" í
handlarnar. Bókin er sett saman av beinraknum og livandi tekningum eftir
Ólav á Váli, harumframt eru myndir og frásagnir um persónin Ólav.
Tekningarnar spenna víða, heilt frá 12 ára aldri, til Ólavur andaðist einans
49 ára gamal.
Tað er vinurin og svágurin, Eli Smith, ið hevur lagt bókina til rættis.
Mikudagin 7. november kl. 16 verður bókin signerað á torginum í Miðlon, har ein av stuðlunum, Norðoya Sparikassi, skipar fyri. Eisini verða sangur og hugleiðingar á skránni.
Bókin hevur 248 blaðsíður og kostar 350 krónur