Leygardagin skipaði fimleikasambandið fyri fyrstu B-kappingini í estetiskum fimleiki fyri pinkur, smágentur, gentur og kvinnur. Kappingin var hildin í ítróttarhøllini á Kambsdali, har fitt av fólki var komið at hyggja, hóast veðrið ikki var av tí besta.
Liðini, ið kappaðust, vóru frá Flog, Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósinum. Smágenturnar og kvinnurnar gjørdu eisini eina íðkan við amboði; smágenturnar gjørdu við hoppibondum og kvinnurnar við gjarum. Íðkanirnar við amboðum vóru dømdar eftir gomlu stórkappingarreglunum.
Fimleikasambandið hevur ikki skipað fyri B-kapping fyrr. Kappingin er mest fyri at fáa fleiri kappingar til fimleikararnar at fara til, umframt at geva øllum møguleika til at kappast við onnur á sama støði.
Kappingin eydnaðist sum heild væl. Næsta kappingin í estetiskum fimleiki er A-kappingin fyri pinkur, smágentur og kvinnur, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Úrslitini
Pinkur:
Nr. 1 HF 14,15 stig
Nr. 2 Flog 11,29 stig
Smágentur:
Nr. 1 HF 15,27 stig
Nr. 2 Støkk 15,15 stig
Nr. 3 Flog 11,85 stig
Gentur:
Nr. 1 HF 15,07 stig
Kvinnur:
Nr. 1 Flog 13,07 stig