Bókmentakvøld við nýggjum føroyskum e-bókaportali

Bókasavnið við Løkin í Runavík verður karmur um áhugavert bókmentatiltak hóskvøldið 25. oktobur kl. 19.00.

Tiltakið er fyriskipað sum samstarv millum bókasavnið og forlagið SPROTAN.

Fjølbroytt og sera forvitnislig skrá er sett saman við framløgum, upplestri og tónleiki.

Kvøldið byrjar við at Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, hevur eina framløgu um bókaárið 2012. Síðani verður gjørt meira burtur úr úrvaldum bókum.

Nýútkomna Brævabókin eftir viðgitna russiska høvundin Mikhail Sjisjkin verður umrødd. Vit hoyra brot úr samrøðu við russiska høvundan, tá hann vitjaði í Føroyum í farnu viku, og Páll Danielsen fer at lesa brot úr bókini.

Síðani er stórhending á skránni. Sprotin hevur alt árið arbeitt við at gera ein e-bókaportal. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at e-bókaportalurin VITRA verður latin upp, og almenningurin sleppur inn. Undir tiltakinum díva vit á knøttin, sum letur fyrsta føroyska e-bókaportalin upp fyri almenninginum. Sonja Ravnsfjall Kjølbro, grafikari hjá Sprotanum, fer at greiða frá møguleikunum.

Ein e-bókaportalur kann verða borin saman við ein bókahandil, tó at her er talan um eina netsíðu, har almenningurin kann keypa e-bøkur og heinta tær beinleiðis niður á teldur, e-bókalesarar ella smarttelefonir.

Í fyrstu atløgu hevur portalurin flest e-bøkur, sum Sprotin hevur givið út. Men VITRA er felags e-bókaportalur fyri allar føroyskar e-bøkur og øll føroysk forløg. Saknur hevur verið á føroyskum e-bókum, og ein felags pallur er besta loysnin fyri øll tey mongu forløgini. Við e-bókaportalinum VITRA fáa føroyingar í Føroyum og uttanlands – umframt øll við áhuga fyri føroyskum bókmentum – eitt greitt yvirlit og lætta atgongd til allar føroyskar e-bøkur.

Heri á Rógvu fer síðan at greiða frá bókini EXIT Føroyar, sum hann og Høgni Reistrup hava ritstjórnað. Teir hava fingið 15 ymiskar høvundar og ymiskar vinklar inn á trupulleikan um, hví fólk flyta úr Føroyum og ikki vilja koma aftur. Bókin leggur upp til kjak og loysnir, ið kunnu liggja fyri stavn.

Síðan kemur Heini Olsen á pall. Hann arbeiddi sum ungur verkfrøðingur niðri í Persia í fimmtiárunum. Hann hevur skrivað bók um lívsroyndir sínar millum muhameds menn og kvinnur har, og vísir eitt stutt filmbrot saman við viðmerkingum frá tí tíðini.

Síðan er steðgur, og bókasavnið bjóðar drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Eftir steðgin fer Elin Henriksen at umrøða nýggju bókina Veggin eftir Marlen Haushofer.

Edvard Olsen fer at umrøða bókina Kristin Lavransdóttir, og Páll Danielsen fer at lesa brot úr hesi bók.

Sprotin hevur júst givið út søvnini Millum heims og heljar, Lívsins kvæði og Ramar risti hann rúnirnar eftir Pól F Joensen í eini skreytútgávu. Jonhard Mikkelsen fer at greiða frá bókini og lata okkum hoyra eitt brot úr samrøðu, gjørd varð við Pól F, tá ið hann fylti 70 ár. Tá ið Pól hevur sagt sítt, fer Hanus G. Johansen at leggja koll í kvøldið við tveimum løgum, hann hevur sett til yrkingar hjá Pól F.

Bókasavnið bjóðar aftur drekka og okkurt afturvið, og fólk kunnu práta og hugna sær, hyggja at bókunum og enntá keypa tær.

Bókasavnið við Løkin læt dyrnar upp fyri almenninginum tann 22. august í ár og húsast í nýggjum stásiligum hølum saman við Runavíkar skúla og Løkshøll. Í summar setti Runavíkar kommuna Svend Højgaard í fulltíðarstarv sum leiðara fyri bókasavnið, og kundi sostatt fyri fyrstu ferð bjóða sínum borgarum eitt fólkabókasavn, sum er opið hvønn gerandisdag. Nú mentanarvika er í Runavík, er hetta eitt frálíkt høvi at vitja bókasavnið til eitt áhugavert og hugnaligt kvøld. Tiltakið er alment og ókeypis. Byrjað verður klokkan 19 og skráin røkkur væntandi til umleið klokkan 21.