Búksjúku B36'arnir stóðu royndina

Fótbóltur: Onkrir kundu ikki spæla eftir ferðina til Turkalands, men teir sum spældu, lótu ongan iva verða um úrslitið

1. deild menn:

ÍF-B36 1-4 (0-2)


Búksjúku og ferðatroyttu B36?arnir lótu ongan iva verða um úrslitið av landskappingardystinum í Fuglafirði sunnudagin.

B36 var omaná størsta partin av dystinum, og frá byrjan fluttu teir bóltin væl ímillum sín, royndu finna holini í ÍF-verjuni, og nærlagdir um allan vøllin.

Heimaliðið tóktist ikki trúgva uppá møguleikan móti sterka havnaliðnum, og bara eina løtu eftir at teir høvdu minkað til 2-1, vóru teir við í dystinum.

B36 kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá støða í ÍF-brotsteiginum, har John Petersen helt væl upp á bóltin endaði við, at Jákup á Borg varð spældur leysur, og hann skoraði trygt.

Tá hevði Tomislav Sivic longu framt fyrstu útskiftingina. Hann tók Egil Zachariasen út og setti seg sjálvan á vøllin. Seinni í dystinum fór B36-venjarin av aftur vøllinum. Tríggir av teimum, sum vóru við í Turkalandi kundu ikki spæla. Tað vóru Øssur Hansen, Ronnie Samuelsen og Bjarni Prior.


?IF fekk gott mál

B36 økti til 2-0, tá Jens Kristian Hansen fekk høvdið á ein bólt, sum ÍF?ari skuldi senda fram á vøllin. Ninoslav Milankovic leyp avstað í vinstru, hann dróg fram eftir vøllinum, og tá hann smekkaði til snittaði bólturin beinið á aftasti manni hjá ÍF og fór í málið.

2-0 var hálvleiksstøðan, og í seinna hálvleiki fekk heimaliðið mál. Eyðun Samuelsen, sum var viðaftur í ÍF-álopinum, snýtti B36-verjumann og lyfti so upp um málverjan. Eitt gott mál av havnamanninum í ÍF.

Eftir hetta var ÍF væl við í eina løtu. Álopsmaðurin Robert Cieslewicz hevði onkran møguleika, men hann fekk ikki mál burtur úr.

Tá so John Petersen økti til 3-1 20 minuttir fyri tíð, fall avgerðin í dystinum, og eftir tað stóð B36 fyri tí mesta.

ÍF-verjuspælari misti bóltin í egnum brotsteigi, Jákup á Borg dró til baklinjuna, og so spældi so uppá tvørs til ein púra leysan John Petersen, sum hevði lætt við at senda í málið.


Stóðu royndina

B36 økti til 4-1 tá sjey minuttir vóru eftir at spæla. John Petersen fekk fatur á bóltinum uttanfyri brotsteigin, dróg frameftir, og tá Jákup á Borg síðani skapti hol mitt gjøgnum ÍF-verjuna dró John ígjøgnum og so skoraði hann til 4-1.

Tað kom neyvan óvart á heimaliðið, at teir taptu dystin, tí sum teir spældu, tóktist tað ikki, sum teir veruliga trúðu uppá sigurin.

Mistøk í verjupartinum kostaðu eisini nógv, tí B36?arnir vóru nærlagdir, tá teir fingu møguleikar. Og samanlagt stóðu teir royndina eftir trupla Europa-Cup dystin í Ankara og búksjúkuna, sum fylgdi nógvar av spælarunum á veg heimaftur.



ÍF: Rúni Joensen ? Sigfríður Abrahamsen, Áslakur Petersen, Tomek Przybylski, Torstein Joensen ? Roy Róin, Rógvi Róin, Símun Eliasen, Ken Bærendsen ? Robert Cieslewicz, Eyðun Samuelsen.

B36: Egin Høgnesen ? Carl H. Høgnesen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, Ninoslav Milankovic ? Jan Guttesen, Djóni Joensen, Egil Zachariasen ? John Petersen, Jákup á Borg.