Tað hevur víst seg at vera sera trupult hjá ferðavinnuni í Føroyum at finna fólk, sum eru áhugaði í at hava Ból og Biti ella Bed & Breakfast, sum tað er betur kent. Og nú tíðin aftur nærkast, har einstaklingar og ferðavinnuskrivstovur seta seg í samband við ymsu kunningarstovurnar kring landið, er greitt, at tað er ógvuliga torført at finna fólk, sum eru áhugað í at hava Ból & Bita.
Í tíðindaskrivinum frá Kunningarstovunum verður sagt, at hetta annars er ein tann best umtókti gistingarhátturin millum ferðafólk, tí tey tá av álvara fáa eitt lítið innlit í tann vanliga føroyingin.
Somuleiðis er tørvur á summarhúsum, ið eitt nú útlendskar og føroyskar familjur kunna leiga í eitt stytri ella longri tíðarskeið.
? Havandi í huga at fleiri hús standa tóm kring alt landið, tó serligani í útjaðaraøkinum, átti tað at verið møguligt at bøtt um hetta, so at vit hava nakað at bjóða ferðafólkunum og ferðaskrivstovunum, tá hesi venda sær til okkara, verður sagt í skrivinum.
Hesin trupulleikin kemur serliga til sjóndar í summar, tá Føroyar og Týskland skulu leika EM-undandyst í fótbólti 11. juni. Henda hendingin verður skýrd at verða ein tann størsta í ferðavinnuárinum 2003. Í sambandi við dystin er tørvurin á gistingarmøguleikum ovurhonds stórur, soleiðis at tað í løtuni er ógjørligt at finna eina tøka song í landinum um tað mundið.
Frá Kunningarstovunum verður sagt, at tey vita, at føroyingum dámar væl at hava gestir, og tískil vóna tey, at so mong sum gjørligt fara at seta seg í samband við Kunningarstovuna í teirra øki. At enda verður sagt í tíðindaskrivinum, at tað verður eitt lítið ískoyti til tann privata búskapin hjá teimum áhugaðu.