Flogfelagið Emirates hevur eftir øllum at døma ikki kent sama sviða av heimskreppuni sum onnur flogfeløg. Í hvussu er hevur felagið, sum hevur heimstað í Dubai, skrivað undir størstu flogfarabílegging í søguni.
Emirates hevur bílagt 32 stór flogfør frá evropeisku flogverksmiðjuni Airbus fyri ikki minni enn 11,5 milliardir amerikanskar dollarar.
Sambært tíðindastovuni AFP er talan um flogfør av slagnum A380, og sum skilst fer felagið at eiga 90 flogfør av hesum slagnum, tá tað seinasta av teimum 32 bíløgdu er latið felagnum.
Sheikh Ahmed bin Saeed al-Maktoum, sum er aðalstjóri í Emirates, sigur, at hann nýggja bíleggingin er ein staðfesting av, at felagið hevur góðar vónir um altjóða flogídnaðin í komandi árum.