Bílagt mótmæli

Mótstøðufólkini móti Skansabryggjuni vóru helst bíløgd, og koma ikki at flyta ætlanina, heldur Sjúrður Olsen, býráðslimur.

Trýstið á pílin undir myndini, og hoyrið samrøðuna við Sjúrður Olsen.


Eitt av oddafólkunum í stríðnum fyri at fáa Havnarútbyggingina samtykta, er Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráði.

 

- Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri allan býin, og vit vænta, at Skansabryggjan verður klár at taka í nýtslu um trý ár, segði hann við Rás2 á middegi.

 

Hóast Sjúrður Olsen er bjartskygdur um ætlanina, var hon ikki uttan mótstøðu. Seinastu árini hava fjølmiðlarnir verið á tremur við lesarabrøvum, ið hava funnist at ætlanini um útbyggingina vegna vantandi atlitum til umhvørvi, trivnað og estetitikk. Málið hevur sostatt verið til nógvar hoyringar og er tillagað nakað, síðani sína byrjan. Formaðurin í Vinnunevndini er eisini sannførdur um, at tað ikki vendist aftur nú.

 

- Nei, nú er alt liðugt. Vit hava brúkt trý ár um hettar her. Mótstøðan hevur ikki bara kenst sum ein mótstøða móti verkætlanini, men móti allari Havnini. Tað hevur verið ótrúliga frustrerandi at bíða eftir endaligu avgerðini, og nú avgerðin er tikin, er tað ein øðiligur lætti, sigur Sjúrður Olsen.

 

Nøkur mótstøðufólk bíðaðu uttanfyri býráðssalin, meðan málið var til viðgerðar, men teimum sýnir formaðurin í Vinnunevndini ikki nógvan ans.

 

- Man kann altíð bestilla nøkur fólk at standa við blikkum á Vaglinum – tað er eingin trupulleiki. Vit vita eisini hvør tað er, sum hevur bestilt tey, tað haldi eg øll vita. Hatta kemur ikki at flyta nakað, sigur Sjúrður Olsen.