Bílig undanførsla

oddagrein

Málið um útlendsku hondbóltsleikararnar í Vági setti av álvara gongd í kjakið um, í hvønn mun vit skulu hava útlendska arbeiðsmegi í landinum, og undir hvørjum formum hetta skal vera.

At ein burturvísing av tveimum ósekum og ivaleyst eisini óvitandi litaviskum kvinnum, skuldi til, áðrenn málið varð tikið upp á politiskum stigi, er í sjálvum sær ein sorgarleikur. Serliga fyri tær báðar kvinnurnar, men so sanniliga eisini fyri VB, føroyskan hondbólt og ikki minst føroyska rættarsamfelagið.

Tí í veruleikanum er hetta eitt evni, sum tað leingi hevur trongt til eina loysn. Ein loysn, sum kundi givið øllum pørtum á marknaðinum greiðar spælireglur á økinum, og sum eisini kundi víst fyri heimssamfelagnum, at eisini hesin partur av alheims-politikkinum er nakað, sum vit her í Føroyum vilja taka í álvara.

At viðgerðin av málinum er útsett til eina ætlaða yvirtøku, er stutt sagt ov bílig umbering í so máta. Hetta líkist mest av øllum eina roynd at skumpa trupulleikan frá sær, til hann verður so eyðsýndur, at hann skal loysast. Og so er lætt eftirfylgjandi at staðfesta, at trupulleikin varð loystur, tá málið gjørdist føroyskt málsøki. Danskir ministarar hava í øllum førum kunna lóggivið undantøk á ymsum slag á økinum, og at Landsstýrið nú tykist kunna loysa trupulleikan eftir góðari viku bendir eisini á, at tað ikki hevur verið nøkur forðing, at talan er um danskt málsøki.

Hvørji atlit skulu takast í slíkum lógarverki, er upp til polistisku viðgerðina at gera av. Men í hesum arbeiði er neyðugt at staðfesta, hvørji samfelagslig atlit skulu takast, og ikki minst er tørvur á, at tað eisini stendur greitt fyri teimum útlendingum, sum koma til landið, hvørji rættindi hesi hava.

Men enn einaferð. At geva dønum skuldina fyri, at lógarverkið ikki er í lagi, er ov bílig undanførsla. Bert spell at tað nærum skuldi ein persónligur sorgarleikur til, áðrenn hetta varð staðfest.

Sosialurin