Bíligari at eiga børn í Hvalba

Hvalbiar Kommuna ger tað lættari hjá barnafamiljunum, men noyðist at læna pengar fyri ikki at lensa seg heilt fyri pengar

Nú verðurt tað lættari at verða barnafamilja í Hvalba.

Tað er greitt, nú Hvalbiar Bygdaráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Bygdaráðið hevur samtykt, at næsta ár skal skattaprosentið verða 20% og tað er tað sama sum í ár.

Hinvegin hevur kommunan samtykt at næsta ár skal barnafrádrátturin hækkast 2000 krónur fyri hvørt barnið, so at hann verður 5000 krónur, aftur ímóti teimum 3000 krónunum, hann er í dag.

Otto West, borgarstjóri, sigur, at hetta verður gjørt fyri at gera tað lættari at vera barnafamilja í sóknini.


Lítið hugaligt

Men burtursæð frá tí, er fíggjarætlanin hjá Hvalbiar kommunu fyri næsta ár, lítið hugaligur lestur.

Nú er kommunan nevniliga komin í ta støðu, at hon fer at læna fýra milliónir næsta ár fyri at tryggja kommununi nóg stórt gjaldføri at arbeiða við.

Men hetta merkir ikki, at kommunan er í neyð, tí tey eiga seks milliónir á bók og skuldin frammanundan er minni enn ein millión.

Sostatt er enn langt upp undir hámarkið fyri, hvussu nógv kommunan kann lána, tí markið er ein kommuna kann ikki skylda meiri enn eina álíkning og í Hvalba er tað 17 milliónir.

Men orsøkin til, at kommunan fer at taka lán, er fyri ein stóran part tann, at Hvalbiar Kommuna noyðist sjálv at betala tær 11 milliónirnar, sum tað kostar at umvæla havnarlagið eftir tann stóra skaðan sum tað fekk í hørðu kyndilsmessuódnini í 2008.

Síðsta gjaldið upp á tríggjar milliónir fyri umvælingina, skal betalast næsta ár og tað merkist á kassanum, tí so er hann komin niður á tríggjar milliónir.

- Hesi síðstu árini er hetta ein útreiðsla, sum hevur tyngt kommuna rættiliga illa, staðfestir Otto West.

Borgarstjórin dylir ikki fyri, at hann er sera misnøgdur við at løgtingið ger mismun á kommunum í Føroyum, sum eru komin í akkurát somu støðu.

- Eg skilji ikki, at Skálavík fekk almennan stuðul til at umvæla skaðan, sum Kyndilsmessuódnin elvdi til í havnarlagnum har í bygdini, men Hvalbiar Kommua fær ikki eitt oyra fyri skaðan, sum hendan sama ódnin elvdi í Hvalba, hóast skaðin í Hvalba var meiri enn 10 ferðir so umfatandi, sum tann í Hvalba.


Sama sum í ár

Annars verður roknað við, at skattainntøkan í Hvalba verður 17 milliónir og tað er sama inntøka sum í ár.

Næsta ár verða 3,4 milliónir settar av til íløgur næsta ár og tað skal brúkast til umfatandi ábøtur á skúlan. Men umfatandi ábøtur skulu eisini gerast á sambýli, umframt at kloakkirnar skulu byggjast út.

Men ætlanin er eisini at breiðka høvuðsvegin ígjøgnum bygdina og tað er eitt kostnaðarmikið tiltak, tí tað merkir, at nógvir garðar skulu flytast og at fólk skulu geva frá sær nakrar metrar av túni ella urtagarði, tí allastaðni er bygt heilt í vegin.