Revsingin fyri neyðtøkur og neyðtøkuroyndir er lógarfest til at vera fongsulsrevsing.
Í Føroyum er hægst møguliga revsing 6 ár, meðan hon í Danmark er sett upp til 8 ár.
Í Danmark varð revsingin herd í 2002, eftir eitt alment orðaskifti um evnið. Tá kom fram, at fólkið helt, at revsingin var alt ov lág, serliga um hon var samanborin við hini londini í Evropa.
Tí valdu politikararnir, at revsingin fyri neyðtøku skuldi verða harðari.
Munur á neyðtøkum
Tá arbeitt verður við neyðtøkum í rættinum, vera neyðtøkur býttar upp í ymisk sløg.
Tey trý vanligu sløgini av neyðtøkum í Føroyum eru álopsneyðtøka, har ofrið og neyðtøkumaðurin ikki kenna hvønn annan, og neyðtøkumaðurin loypir á ofrið.
Síðan er tilknýtisneyðtøka, har ofrið og neyðtøkumaðurin á onkran hátt hava haft samband frammanundan neyðtøkuna, sum er tað sum oftast sæst í Føroyum.
Og í triðja lagi er parneyðtøka, har ofrið og neyðtøkumaðurin hava verið í einum parlagi frammanundan. Oftast hendur neyðtøkan stutt eftir at parlagið er liðugt.
Ymisk revsing
Revsingin fyri ymisku sløgini av neyðtøkum er ymisk og kann eisini vera skiftandi innan eitt slag av neyðtøkum.
Tá talan er um álopsneyðtøku er revsingin sum útgangsstøði hálvtannað ár, men revsingin kann vera harðari, um skerpandi umstøður eru í sakini, sum til dømis at vápn vóru nýtt. Um linnandi umstøður eru, verður revsingin somuleiðis linkað, tað kann til dømis vera, at gerningsmaðurin er yngri enn 18 ár.
Revsingin fyri neyðtøkuroyndir liggur sum útgangsstøði ímillum 6 og 9 mánaðir.
Tá talan er um tilknýtisneyðtøku liggur revsingin ímillum 6 mánaðir og hálvtannað ár. Um harðskapur ikki hevur verið nýttur, er tað vanligt at revsingin er frá 6 til 10 mánaðir.
Orsøkin til, at útgangsstøðið fyri revsingin fyri álopsneyðtøku er hægri enn fyri tilknýtisneyðtøku, er at tað hevur verið vanligt at hugsa, at neyðtøkan er meira tyngjandi fyri eitt offur, ið er vorðið álopið, enn fyri eitt offur, ið frammanundan veit hvør neyðtøkumaðurin er.
Vanliga revsingin tá talan er um parneyðtøku er 6 til 8 mánaðir. Her er revsingin lægri, tí fyrilit verður tikið fyri, at partarnir frammanundan hava verið í einum parlagi, og at ofrið kennir neyðtøkumannin.
- Tað verður tjakst um tað er rímiligt, at revsingin er lægri av hesi orsøk, tí ein neyðtøka er ein neyðtøka, óansæð um partarnir kennast frammanundan. Men soleiðis verður tað handfarið løgfrøðiliga, greiðir Linda Hesselberg, sum er almennur ákæri frá.
Revsingin herd
Fyri fýra árum síðan, áðrenn lógin bleiv broytt í Danmark, var revsingin fyri neyðtøkur, neyðtøkuroyndir og kynsliga misnýtslu av børnum á sama støði, sum hon er í Føroyum í dag. Síðan lógin bleiv broytt, er revsingin sum útgangsstøði eitt ár hægri enn í Føroyum.
Harafturat verður skilt ímillum neyðtøkuroyndir, so revsingin kann vera hægri, um hon hevur verið serliga grov ella harðskapur er vorðin nýttur. Revsingin er eisini vorðin hægri, um fleiri gerningsmenn hava verið til neyðtøkuna; um hon er framd móti einum barni, ella um neyðtøkan hevur vart í eitt longri tíðarskeið, tá verður neyðtøkumaðurin dømdur til hálvttriðja ella trý ára fongsulsrevsing.
- Í Danmark hevur man sæð, at tann harðara revsingin er sligin ígjøgnum, til dømis í Tøndersakini, sigur Linda Hesselberg.
Tøndersakin er um eina 11 ára gamla smágentu, ið var misnýtt av fleiri ymiskum monnum, har hægsta revsingin ið er givin higartil er 3 ár og 6 mánaðir umframt at gjalda 80.000 kr. í endurgjaldi.
Politisk avgerð
Tá ein tílík lóg kemur í gildi í Danmark, er tað ein avgerð hjá føroysku politikarunum, um lógin eisini skal broytast í Føroyum. Enn er henda lóg ikki komin í gildi her.
Í Danmark eru eisini ávísar lógarreglur, ið seta fast, hvussu stórt endurgjald neyðtøkuoffur skulu fáa. Har er vanligt at neyðtøkuoffur fáa 60.000 kr. í endurgjaldi.
Men av tí at hesar reglur heldur ikki eru settar í gildi í Føroyum, er tað dómarin ið ásetur, hvussu nógv tey skulu fáa, og her er vanligt at neyðtøkuoffur fáa 30.000 kr. ið er helvtina minni enn í Danmark.