Eftir ætlan skuldu USA og Iran hava sín sætta fund um eina nýggja kjarnorkuavtalu nú sunnudagin, og fundurin skuldi ætlandi vera í Oman.
- Tað er framvegis ikki greitt, hvørja avgerð vit taka um ætlaðu samrøðurnar sunnudagin, sigur Esmail Baghaei, talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið.
Hetta sigur hann sambært almennum iranskum miðlum.
Esmail Baghaei leggur aftrat, at "USA hevur gjørt eitt arbeiði sum ger, at samrøðurnar eru vorðnar meiningsleysar..."
Vit kunnu leggja aftrat, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við, at Iran verður bumbað, um eingin nýggj kjarnorkuavtala kemur upp á pláss.
Nú er Iran bumbað, men tað er Ísrael, sum hevur staðið fyri hesum, og sambært ísraelskum myndugleikum var USA kunnað um ísraelsku álopsætlaninar.
Ísrael hevur framt umfatandi álop á Iran, har týðandi persónar innan politisku skipanina og iransku kjarnorkuætlaninar eru deyðir í álopunum.
Iran hevur svarað aftur og hevur sent bæði ballistiskar rakettir og dronur eftir málum í Ísrael, sum vit fara at hoyra meira um í dag.
Esmail Baghaei, talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið, er maðurin, sum vit síggja á myndini omanfyri.