Bíligari vín og pilsnaraøl

Oddagrein

Eitt áhugavert hevur tikið seg upp um prísin á víni og pilsnaraøli ? tí veikara ølinum. Evnið varð nevnt í Sosialinum í gjár í eini frásøgn frá Restorffs Bryggjaríi, sum hevur sent ein nýggjan pilsnara á marknaðinum. Útvarpið hevur harafturat havt evnið frammi í tíðindainnsløgum seinastu dagarnar.

Upprunin er ein frágreiðing frá Rúsdrekkasøluni við einum uppskoti um at broyta ella tillaga avgjaldsskipanina. Frágreiðingin vísir, at føroyingar framvegis drekka meiri av tí sterkara slagnum. Í øðrum londum er gongdin, at fólk drekka meiri av tí veikara víninum.

Rúsdrekkasølan skýtur tí upp at lækka avgjøldini á víni, soleiðis av vín verður væl bíligari. Somuleiðis skal veikara ølið, pilsnaraøl, gerast bíligari. Afturímóti skal avgjaldið á teimum sterkaru sløgunum hækka nakað.

Rúsdrekka- og narkotikaráðið hevur viðgjørt frágreiðingina og mælir til at taka undir við uppskotinum. Málið hevur verið á landsstýrisborðið, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umhugsar nú málið.

Málið hevur fleiri síður. Ein er, at lóggáva og prísásetingi skal tálma nýtsluni, at fáa fólk at dreka veikaru sløgini. Ein onnur er tann meiri kulturella síðan. Tað at kunna njóta eitt glas av víni ella eina øl uttan at endamálið er ein kenning ella meiri enn tað. Ein onnur síða er matstovu- og ferðavinna. Ikki skerst burtur, at henda síðan hevur týdning, tá fólk meta um og taka støðu til ferðir, ráðstevnir og líknandi.

Tað tykist, at rákið gongur ímóti tí leið, sum Rúsan og Rúsdrekka- og narkotikaraðið mæla til. Vit frættu herfyri, at Danmark fer at lækka avgjøldini, tí tey vóru nógv lægri í Týsklandi. Hetta ger, at danir keypa vín og øl í stórum nøgdum sunnan fyri markið. Og tá Danmark lækkar, má Svøríki fylgja við, boðar svenska stjórnin frá.

Føroyingar, sum ferðast í Danmark, kunnu ikki annað enn ilskast á prísleguna í Føroyum. Í Danmark fáast ofta bæði 3-4 fløskur á tilboði fyri 100 krónur, samstundis sum ein nøkurlunda góð vínfløska kostar einar 70 krónur í Føroyum. Ein pilsnari fæst fyri 3-4 krónur í Danmark. Her liggur hann um átta-níggju krónur!

Rúsdrekkanýstlan er ikki vaksin, síðani vit fingu hálvfría sølu við Rúsdrekkasølu landsins. T eiga vit nú at kunna liberalisera lóggávuna nakað, sum Vinnumálastýrið hevur skotið upp. Eisini eiga vit at umhugsa at lata handlum loyvi at selja pilsnarøl og kanska eisini borðvín. At lækka prísin á pilsnaraøli og víni er ein sjálvfylgja!