- Vit hava lagt okkum eftir at vera sera kappingarførir í prísi. Og har vit ikki eru tað, halda vit fingrarnar langt burtur.
Hetta hevur altíð verið aðaltankin í virkseminum hjá suðuroyinginum, Jón Nielsen.
Og hesin hugsunnarháttur hevur higartil víst seg at hava loyst seg væl, tí tey hava úr at gera.
Undir navninum CB-Bygg hevur Jón Nielsen bæði bilaverkstað og sølubúð í
dalinum í Hovi.
CN-Bygg eru annars mest kendir úr byggivinnuni og tað er framvegis teirra høvuðsyrki. Men hesi seinastu sjey árini, hava teir eisini havt bilaverkstað og sølubúð.
Síðani hava teir arbeitt seg upp til at vera ein av teimum stóru veitarunum í landinum av eykalutum og serliga dekkum.
Skulu vera sera kappingarførir
Ein orsøk til, at tað hevur hepnast væl hjá teimum, er heilt einfalt, at teir leggja seg eftir at vera serstakliga kappingarførir í prísi.
-Vit hava sett sum treyt til okkum sjálvi, at vit skulu vera serstakliga kappingarførir í tí, vit selja. Har vit ikki megna tað, halda vit okkum burtur og lata onnur um, sigur Jón Nielsen.
Men hann hevur eisini eina forkláring uppá, hvussu tað ber til hjá teimum at vera so kappingarførir í prísi, sum teir eru.
- Av tí, at fyritøka okkara er í Suðuroy, eru hølini hjá okkum nógv bíligari enn tey vildu verið, um vit vóru í miðstaðarøkinum, fyri ikki um at tala í Havnini.
- Og av tí, at etableringskostnaðurin er so lágur, er tað heldur ikki neyðugt hjá okkum at hava so stóran vinning av hvørjum luti, vit selja, ella av hvørjari umvæling, vit gera
Tað er serliga hetta, sum sæst aftur í prísinum hjá teimum.
Á verkstaðnum í dalinum í Hovi selja teir alskyns eykalutir til rættiliga nógv, ymisk bilamerki.
Tað merkir, at tað er neyðugt hjá okkum at hava eina rættiliga stóra goymslu av eykalutum og tað hava vit eisini.
Teir eykalutir, vit ikki hava á goymslu, kunnu vit vanliga útvega og tí hava vit eisini eitt væl útbygt netverk av leverandørum.
- Tað, vit leggja okkum eftir at kunna levera av eykalutum, eru slitlutirnir á bilinum og vit hava eisini eitt verkstað, har tað ber til at skifta lutir, skifta olju ella at gera smærri ábøtur og service-eftirlit.
Men tað, vit serliga hava lagt dent á, er at selja dekk og vit eru í dag ein av teimum størru veitarunum á hesum øki og vit senda dekk um alt landið.
Og við dekkunum er reseptin tann sama, sum í øllum øðrum virkseminum og hon er, at teir skulu vera serstakliga kappingarførir í prísi.
Og tað hevur gjørt, at nógvir bileigarir hava fingið eyga á hesa lítlu fyrtøkuna í Suðuroy og tí eru tað eisini teir á CN-Bygg, sum skøða eitt stórt tal av bilum norðanfjørðs.
Men skuldi tað verið, ber eisini til at leiga bil frá teimum
Píkar ella vetrardekk
Nú stendur veturin fyri durum og sostatt skal enn einaferð støða takast til um bilurin skal skøðast við vetrardekkum ella við píkadekkum.
Tað eru helst líka nógvar meiningar um tað, sum tað eru bileigarar. Summi vilja bara hava píkar, men onnur vilja ikki vita av teimum, tí tey siga, at tað fer so illa við vegunum og hartil eru tey nýmótans vetrardekkini líka góð.
Ì hesum sambandi hevur Jòn Nielsen eina greiða støðu og hjá honum er ongin ivi um, at tá ið alt kemur til alt, eru píkarnir betri og tryggari enn vetrardekkini.
- Tað eru tvey sløg av fólki. Tey, sum hava avgjørdan tørv á at koyra heilt ásettar tíðir og tey, sum ikki hava avgjørdan tørv á at koyra heilt ásettar tíðir.
- Fólk, sum ikki hava fyri neyðini at koyra bil, kunnu saktans klára seg við vetrardekkum. Men fólk, sum hava avgjørdan tørv á at koyra í bili ásettar tíðir, eiga framvegis at fáa sær píkar undir, tí tað er tryggast, serliga tá ið talan er um koyring á fjøllunum, sigur Jón Nielsen.
Hann hugsar her um tey, sum arbeiða á sjúkrahúsum, í heimarøktini, tey, sum koyra neyðsendarørindi o.s.fr.
Myndatekstur:
- Tað eru Jón Nielsen og tey á CN-Bygg í Suðuroy, sum skøða ein trivaligan part av bilaparkini um alt landið, men teir hava eisini stóra goymslu av eykalutum til alskyns bilmerki