DEJA VU
Líggjas Olsen - sang og tangentar
Flóvin E. Viderø - sang og akk. gittar
Rógvi Rasmussen - bass
Rúni W. Højgaard - trummur
Jóan Petur Andreasen ? Hammond
Bólkurn Déjá Vu var stovnaður í 2000, tá ið bólkurin Siesta fekk ein nýggjan gittarspælara. Navnið á bólkinum var tá broytt til Deja Vu. Síðani hava teir spælt til ymisk tiltøk, so sum Prix Føroyar 2001 og 2003, ymiskar veitslur, konsertir og til dans.
Déjá Vu var millum bestu bólkarnar í Prixnum seinast, og tá endaðu teir sum nummar 2 í finaluni, eftir at teir høvdu havt eina góða og inniliga framførslu við sínum popptónleiki. Vóru útlendskir dómararnir tiknir burtur av, so var tað Déjá Vu, sum føroyingar atkvøddu sum vinnara. Men útlendsku dómararnir høvdu eisini eitt orð at siga, og so vann Gestir.
Déjá Vu hevur spælt til onkra konsert uttanlands síðani Prixið seinast, teir arbeiða við einari fløgu, og herfyri høvdu teir sum nakað nýtt eina myndaframsýning.
- - -
DIMMI
Malan Tyril - songkvinna
Gulli Johansen - forritari/gittar
Dimmi byrjaði við tónleiki í august 2004 . Í fyrstuni var tað bert trance tónleikur, men er nú komin í ein meldur av øllum møguligum. So tað, sum bólkurin Dimmi sigur seg spæla, er bert tónleik. Dimmi vil ikki átaka sær nakran ávísan tónleikastíl, men
fer heldur at geva øðrum loyvi til tað, tá ið tað ikki altíð er so nemt sjálvur/sjálv at siga, hvat fyri ávísan stíl ein bólkur hevur, tá ið mann sjálvur er við í bólkinum. Men sigast kann í hvørt fall at tónleikurin er elektroniskur.
Íblásturin er nógvur, og tað, at tey bæði í bólkinum hava eina ólíka fortíð í tónleikinum, ger, tónleikurin er fjølbroyttur og trupul at seta orð á, halda tey.
Prix Føroyar verður fyrsta framførsla hjá bólkinum Dimmi, tó at Gulli hevur havt sínar royndr fyrr á palli. Gulli var við í Prixnum seinast í indianara-útbúnað og við hørðum rocktónleik. Soleiðis verður ikki hesaferð, tí Gulli tá og Gulli í Dimmi er ikki tað sama.
Allur tónleikurin er forritaður/komponeraður/skrivaður av teimum báðum, hóast Gulli er tann, ið stýrir knøttunum.
- - -
GoGo Blues
Uni R. Debess - sang og gittar
Rógvi á Rógvu - trummur
Arnold Ludvig - bass
Bólkurin GoGo Blues er ikki bara tann mest virkni blues-bólkurin í landinum, hann er eisini ein tann einasti veruliga virkni blues-bólkurin her á landi.
Mannaður við trimum góðum tónleikarum hevur bólkurin verið nógv at hoyrt seinastu tíðina. Tveir av tónleikarunum eru royndir tónleikarar, meðan oddamaðurin er nakað feskari, hóast hann hevur gjørt sera nógv við tónleikin seinnu árini.
Rógvi á Rógvu spælir trummur og Arnold Ludvig spælir bass, og teir báðir tónleikararnir leggja ein sera góðan og tryggan botn undir tónleikin hjá fólkinum. Síðani er tað uppgávan hjá Una R. Debess at spæla gittar og syngja í bólkinum, og tað gera hann sera væl. Hann hevur næstan spesialaserað seg í at spæla blues-tónleik, og tað ger hann bæði við orku og innihaldi.
GoGo hevur ikki bara spælt blues-tónleik hjá øðrum, teir í bólkinum hava eisini skrivað tónleik sjálvir, og partur av hesum er komin út á fløgu.
- - -
LAMA SEA
Janus Rasmussen - sang og gittar
Jón Klæmint Hofgaard - gittar og sang
Sakaris Emil Joensen - bass og sang
Tróndur Herason - trompet
William Souvy Olsen - trummur
Lama Sea er ein bólkur, sum er mannaður við fimm ungum tónleikarum í aldrinum frá 17 til 20 ár. Teir búgva allir í høvuðsstaðnum ? Havn og Hoyvík. Teir siga seg spæla eina lívliga blanding av funk-rocki, ið sum fremsta endamál hevur, at fólk skulu dansa og hoppa.
Ljóðið er rættiliga skitið og rátt, tí at teir ikki nýta aðrar effektir enn vanligt distortion og overdrive. Bólkurin hevur spælt saman í umleið trý ár, men hevur fyri stuttum fingið ein trompetspælara, ið kryddar tónleikin við einum nýggjum, serligum ljóði.
Bólkurin hevur áður framført í millum annað Margarinfabrikkini, Vertshúsinum, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og Studentaskúlanum í Hoydølum. Harafturat eiga teir tvey løg á fløguni »Ampaljóð« hjá Sprenrex.
- - -
PARADOX
Heini Gilstóne Corfitz Andersen - gittar og sang
Búgvi Jónleifson Magnussen - trummur
Andreas Tykjær Restorff - bass
Jákup Lützen - kór
Bólkurin hevur spælt í umleið fýra ár, men hevur fingið nýggjan bass spælara. Andreas kom í bólkin fyri okkurt um tveimum mánaðum síðani, tí hin bassspælarin fór burturúr. Andreas er sera glaður fyri at vera við í Paradox, tí teir siga seg hava tað so heitt og gott. Paradox venur í Magarinfabrikkini, í tí minsta rúminum, men teir grenja ikki um tað. Einki skal taka teirra heitheit og góðheit frá teimum.
Bólkurin hevur spælt við á ólavssøkukonsertini, tí at teir vunnu árligu Pop-Top konsertina í Grasagarði. Annars hevur bólkurin spælt ymsastaðni í Føroyum.
Næsta ár fara Heini og møguliga Búgvi niður til Danmarkar at ganga á eftirskúla. Men bare rolig! Teir fara at smíðja nógv løg til teir koma aftur til Føroyar
? Og TÁ fara vit at rocka da house!
- - -
SIC
Mikkjal Gaard Hansen - sang og gittar
Eddie F. Jacobsen - gittar
Meinhard Joensen - bass
Kári Sicness Nielsen - trummur
Núverandi manningin í SIC hevur eksisterað síðani mai mánað í 2003. Teir byrjaðu at venja í Grót-umhvørvinum í Gøtu, men eru síðani fluttir til ART í Havn at venja. Teir spæla trash-metal, og sangarin í bólkinum er millum annað kendur frá einum tí besta harða rockbólkinum seinnu árini, Krit.
SIC hevur spælt til nakrar konsertir, eitt nú í Losjuni í Gøtu, Mentanarhúsinum í Fuglafirði, TB-húsinum á Tvøroyri, Margarinfabrikkini, ROX 2004 og G! Festivalinum.
SIC fer at standa fyri einum rættiligum rock-ískoyti til fyrsta innleiðandi Prix-umfarið.