Fótbóltskappingarárið 2004 er so smátt farið í gongd. Hetta vikuskiftið byrjar bólkaspælið í kappingini um Løgmanssteypið, og tað merkir, at nú fara liðini í 1. deild eisini til verka. Seks dystir eru á skránni, og onkur teirra tykist rættuliga áhugaverdur.
Spennandi dystur í Runavík
Tann dysturin, sum á pappírinum sær mest spennandi út, er dysturin í bólki 1 millum NSÍ og B36. Runavíkingar hava staðið seg væl seinastu árini, og havnarfelagið hevur kanska sterkasta hópin í landinum. Hetta er samstundis ein dystur millum steypavinnararnar seinastu tvey árini, NSÍ í 2002 og B36 í 2003, so lagt er upp til ein spennandi dyst.
Sunnudagin verður ein dystur á Toftum í bólki tvey, har uppflytararnir úr Fuglafirði koma at vitja B68. ÍF hevur av álvara spent seg út undan hesum kappingarárinum, meðan B68 hevur mist nokk so fitt av fólk, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer á Toftum.
Nógv hevur eisini verið tosað um stjørnumanningina hjá HB, og hvussu sterk hon ið veruleikanum er, fáa vit kanska at vita seinnapartin í dag, tá ið 100 ársfelagið fær vitjan av EB/Streymi í Gundadali. Sundalagsmenn hava mist nakað av fólki, men onkur nýggjur er eisini komin til. Í blaðnum týsdagin fara vit at hava frásagnir frá dystunum í kappingini um Løgmanssteypið.