Bólkur H verður krúttunnan

UEFA-Cup vinnararnir úr Pætursborg skulu kappast við Real Madrid og Juventus um at koma víðari úr bólki H í Champions League

Fótbóltur

 

Lutakast var til bólkaspælið í Champions League í gjár. Og í Danmark er fagnaðurin stórur, eftir at AaB kom í bólk við meistarunum úr Manchester United. Nakað sum heilt víst merkir fullsett stadion til tann heimadystin. Hartil eru mótstøðuliðni hjá AaB spanska Villarreal og skotska Celtic.

Mest spennandi bólkurin tykist tó vera bólkur H. Ikki bara eru tað tey bæði siðvandu stórfeløgini, Real Madrid og Juventus, sum skulu kappast um at koma víðari. Saman við teimum er eisini russiska Sankta Pætursborg, og tí skulu spanska og italska stórfelagið als ikki kenna seg vís í nøkrum sum helst.

Bólkarnir í Champions League eru annars hesir:

Bólkur A

Chelsea

AS Roma

Bordeauc

CFR 1907

 

Bólkur B

Inter

Werder Bremen

Panathinaikos

Famagusta

 

Bóllkur C

Barcelona

Sporting Lissabon

Basel

Shakhtar Donetsk

 

Bólkur D

Liverpool

PSV Eindhoven

Marseille

Atletico Madrid

 

Bólkur E

Manchester United

Villarreal

Celtic

AaB

 

Bólkur F

Olympique Lyon

Bayern Munchen

Steaua Bukarest

Fiorentina

 

Bólkur G

Arsenal

Porto

Fenerbache

Dynamo Kiev

 

Bólkur H

Real Madrid

Juventus

Zenit St. Pætursborg

BATE Borislov