Bólkurin ?4? vitjar við fløguni ?Her er løtan? á Rás2

Jákup Zachariassen, Petur Háberg Jacobsen, Gunnar Justinussen og Marner av Lofti verða gestir á Rás2 eftir tíðindini kl. 15 Jákup Zachariassen, Petur Háberg Jacobsen, Gunnar Justinussen og Marner av Lofti hava verið vinmenn í nógv ár, og hava teir eisini spælt og sungið nógv saman gjøgnum árini. Teir koma nú út við fløgu, og sum bólkur nevna teir seg ?4?. Fløgan hevur fingið heitið ?Her er løtan?. Teir hava allir sungið og spælt á ymiskum fløgum, og eru tað kanska serliga tey føroysku countryhjørtuni teir hava lívgað. Saman hava sangarnir í ?4? gjørt eina fløgu, har teir syngja uppá skift so at siga. Á fløguni, sum verður sungin á bæði føroyskum og enskum hava sangarnirnir í ?4? leiklutin sum solistar á trimum sangum í part. Ein sangur er har allir fýra syngja, og á tí eina sanginum syngur dygdargóða sangarinnan Sølva Ford eisini. Talan er um eina fjølbroytta fløgu, sum bæði hevur inniligar og lívligar sangir. Og nógv skal til at taka tónleikarnar á fløguni. Øll, ið elska góðan tónleik eiga at spenna trygdarbeltini kl. 15.05 í dag, tí tá fara vit at hoyra Jákup, Petur, Gunnar og Marner greiða frá nýggju fløguni á Rás2, umframt at vit fara at hoyra fleiri sangir úr fløguni. Sendingin verður endursend millum kl. 19 og 20 í kvøld.