Fýra dystir eru á skránni, har grannauppgerðin millum TB og VB/Sumba var avgreidd undan summarsteðginum. Oddaliðið 07 Vestur vitjar í Leirvík, har eykaliðið hjá Víkingi bíðar. AB er í hølunum á oddaliðunum í løtuni, og ein sigur er krav, tá argjamenn vitja í Runavík, har eykaliðið NSÍ tekur ímóti. Í Havn hittast tey næstbestu hjá HB og B68, meðan botndystur verður í Klaksvík, har næstbestu liðini hjá KÍ og EB/Streymi bresta saman.