Bøndur sum ikki røkja jørðina nóg væl skulu missa hana

Bøndur, sum ikki røkja festið, teir fáa frá Búnaðarstovuni, skulu missa tað. Tað eru politikarar í fleiri flokkum á Løgtingi, samdir um. Sum lógin er nú, skulu bøndur av garðinum, tá ið teir fylla 70, men beint fyri jól samtykti Løgtingið at broyta tað, so at tað ikki skal vera eitt krav, at teir skulu av garðinum, tá ið teir fylla 70, men at teir kunnu søkja um at sita longri.

 

Men afturfyri eru tað fleiri løgtingslimir sum halda, at eftirlitið við teimum, sum hava festi frá Búnaðarstovuni, eigur at verða hert. Tað gjørdu teir vart við, tá ið Løgtingið viðgjørdi málið. Og nú ætlanin er at hava aðalorðaskiftið um landbúnað í Løgtinginum í vár, vilja løgtingslimir eisini hava spurningin um eftirlit við bøndrum tiknan til umrøðu.

 

Kristin Michelsen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og formaður í Rættarnevndin, vísti á, at tilsamans helvtin av allari jørðini í Føroyum, er almenn jørð, sum Búnaðarstøðin letur ymsum bøndur festa. Men hann staðfesti eisini, at tað eru nógvir festarar, sum ikki røkja jørðina nóg væl.

 

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður vísti á, at hevur ein bóndi fyrst fingið eitt festi at røkja, kann tað næstan ikki verða tikið frá honum aftur. Tí heldur hann, at tá ið ein bóndi fær eitt festi, eiga myndugleikarnir at seta krøv til, hvussu tað verður røkt. Og tað eisini at vera eitt eftirlit, at jørðin verður røkt nóg væl, ella skal tað bera til at taka festið aftur.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin leggur afturat, sum støðan er nú, verða at kalla ongar sum helst treytir settar, tá ið ein bóndi fær eitt festi frá Búnaðarstovuni. Og hevur ein bóndi fingið eitt festi, kann tað næstan ikki takast frá honum aftur. Bóndin skal verða dømdur fyri djórapínslu, áðrenn Búnaðarstovan kann taka festi frá honum aftur, sigur hann.

 

Og tað heldur hann er skeivt og tí tekur hann eisini undir við, at treytir verða sett við, tá ið ein bóndi fær eitt festi. Bóndin skal hann verða dømdur fyri djórapínslu, áðrenn Búnaðarstovan kann taka festi frá honum aftur, sigur hann.

 

Og tað eru bæði Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, samdir í, og teir vísa á, at tað er einki samanhang ímillum aldurin á bøndrum og, hvussu teir røkja festi, tí tað eru eisini yngri bøndur, ið lata festi fella í misrøkt.