Býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu hevur nú lagt eina heildarætlan út upp á 92 milliónir krónur. Peningurin skal deilast millum ymiskar verkætlanir.
- Hetta er framvegis ein ætlan. Hetta er ikki nakað, sum vit skulu samtykkja, tí hon kann broytast. Vit binda býráðið til at brúka 92 milliónir krónur í íløgum. Her eru skúlar, eldraøkið, vegir, ítróttarøki, læknamiðstøð, fríðkan av býnum, og so framvegis, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Allar gongubreytirnar í Havn skulu umvælast. Kommunan er eisini farin í holt við umhvørvið, tí Havnin skal gerast reinari at búgva í. Nýtt vatnreinsiverk skal gerast í Havnardali, vatnbyrging skal gerast í Kollafirði fyri 20 milliónir, og Brennistøðin skal umvælast fyri 15 milliónir. Umframt tað skulu børn uttanfyri Havnina hava møguleika fyri at koma á bíðilista.
Heðin Mortensen sigur, at kommunan hevur ráð at gera slíka stóra íløgu upp á 92 milliónir. Hann sigur, at kommunan skyldar mestsum ongar pengar í dag, bert 16 milliónir í einum láni, sum ikki kann sigast upp enn.