Sum eina roynd hevur býráðið í samráð við grannarnar gjørt av at steingja Gríms Kambansgøtu summarmánaðirnar frá viku 23 til og við viku 35 Tað eru nakrir av grannunum til eitt nú økið í Vágsbotni við standmyndina av Nólsoyar Páll, Miðlahúsið, Hotel Tórshavn og partvís Karlsborg, sum hava gingið á odda í at fáa økið betri útnytta. Eitt av hugskotunum hevur verið at steingja Gríms Kambansgøtu fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, og eftir at býráðið hevur havt hugskotið til hoyringar hjá grannunum við positivum úrsliti, er gjørt av at steingja gøtuna eitt tíðarskeið um summarið.
Enn eru kortini ikki komin nøkur skelti upp ella aðrar forðingar, sum benda á, at gøtan er stongd fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu.
Ætlanin er tó ikki at forða fólki, sum búgva í sjálvari gøtuni, at sleppa til hús við bili. Heldur ikki verður handlum í gøtuni noktað at koyra vørur til og frá. Men ætlanin er at steingja gøtuna frá Miðlahúsinum yvir til Smiðjuna í Lítluvík hetta nevnda tíðarskeiðið frá viku 23 til og við viku 35.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, sigur, at roynist hendan royndartíðin væl, verður Gríms Kambansgøta kanska stongd alt árið fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu.
- Vit hava framman undan nokta ferðslu í Vágsbotni út til Karlsborg um sumrarnar, sigur Marin Kartina Frýdal við Portalin.