Býráðsliir á Tvøroyri 5100 krónur í bót

Býráðslimir á Tvøroyri vilja ikki bakka fyri landsstýrinum og nú er hamarin fallin

Nú verða býráðslimir á Tvøroyri kanska noyddir at hugsa um minni jólagávur og bíligari nýggjársrakettir, enn teir annars høvdu ætlað.

Í øllum førum er greitt, at tá ið vit skjóta nýggja árið inn, er hvør einasti býráðslimur á Tvøroyri 5100 krónur fátækari, enn hann er í dag.

Allir býráðslimir á Tvøroyri hava nevniliga fingið bót.

Tað er innlendismálaráðið í landsstýrinum, sum nú hevur fingið nokk av býráðslimum av Tvøroyri og sum tískil nú hevur álagt hvørjum einstøkum býráðslimi eina bót.

Bótin er 300 krónur um dagin til hvønn býráðslim og í dag er taxametrið farið ígongd.


Akta ikki harraboð

Orsøkin til tað er, at Tvøroyrar býráð vil ikki akta harraboð úr landsstýrinum um at broyta roknskapin fyri Tvøroyrar Havn.

Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, er tað havnargjald fyri Smyril, sum ósemjan snýr seg um.

Fíggjarmálaráðið hevur kravt, at roknskapurin verður broyttur, so at umstríddu inntøkurnar fyri havnargjald hjá Smyrli, verða tiknar burtur úr.

Men tað vil Tvøroyrar Býráð ikki hoyra talan um, tí býráðslimir eru sannførdir um, at kommunan hevur rætt til peningin.

Kommunan heldur, at strikar kommunan havnargjaldið, kann tað uppfatast um at tað verður góðtikið, at kommunan ikki hevur rætt til peningin og tað støðuna vilja býráðslimir ikki koma í.

Býráðslimir hava nevniliga gjørt greitt, at hetta er eitt rættiliga prinsipielt mál fyri allar kommunur í Føroyum og fæst ikki semja við landsstýrið, fer býráðið í rættin við málinum.

Landsstýrið hevur fleiri ferðir hótt býráðslimir á Tvøroyri við bót, vilja teir ikki makka rætt og broyta roknskapin.

Men higartil hevur tað ikki rinið við, tí býráðslimir vilja ikki bakka.


Bakka ikki

Spurningurin var aftur frammi á býráðsfundi og tá las borgarstjórin, Kristin Michelsen eitt bræv hart, sum býráðslimir høvdu fingið úr innlendismálaráðnum.

Har tað varð gjørt greitt, at eru viðurskiftini ikki fingin í rættlag í seinasta lagi í dag, 15. desember, fara býráðslimir á Tvøroyri at fáa 300 krónur í tvingsilsbót í part um dagin.

Men býráðið samtykti einmælt at halda fast við sína støðu og teir eru sostatt ikki sinnaðir at broyta roknskapin.

Kortini skal viðmerkjast, at Jaspur Vang, býráðslimur, sum eisini er løgtingsmaður, fekk ikki møtt á fundi, men hann hevði sent skrivlig boð um, at hann var sinnaður at broyta roknskapin fyri at sleppa undan bót, tó uttan at tað skuldi máa støðið undan einum rættarkravi um at Tvøroyrar Kommuna hevði rætt til peningin.

Býráðslimir á Tvøroyri eru samdir um, at teir fegin átaka sær dagbøtur, tí hetta eru pengar hjá borgarunum á Tvøroyri, teir berjast fyri, sum tikið varð til á býráðsfundinum á Tvøroyri.

Kristin Michelsen, borgarstjóri gjørdi enntá greitt, at um neyðugt var landsstýrið vælkomið at senda pantifútan eftir honum.

Býráðslimir gjørdu greitt, at nú vildu teir bíða, til teir fingu eitt endaligt frá Johan Dahl, landsstýrismanni.

Er Landsstýrið sinnað at betala havnargjald fyri Smyril, verður roknskapurin broyttur beinanvegin.

Býráðið er samt um at bíða til á nýggjárinum fyri at vita um tað ikki ber til at fáa eitt svar úr landsstýrinum.

Sostatt gjørdu teir greitt, at teir eru sinnaðir at betala 300 krónur um dagin í bót, tað, ið eftir er av árinum, ella 5100 krónur tilsamans, fyri at undirbyggja kravið.


Freist til á nýggjárinum

Býráðið samdust eisini um, at taka málið upp aftur á býráðsfundi ímillum jól og nýggjár.

Er onki hent tá, er býráðið sinnað at umhugsa at broyta roknskapin, samstundis sum at landsstýrið verður stevnt eftir pengunum.

Sostatt er býráðið sinnað at geva landsstýrinum freist til 1. januar at finna eina semju, annars verður stevnt.

Í býráðnum á Tvøroyri meta tey, at hetta er eitt sera prinsipielt mál, tí sleppur Smyril undan havnargjaldi, fer tað at taka fíggjarliga grundarlagið undan hvørjari einastu havn í Føroyum, tí so sleppa onnur skip eisini undan havnargjaldi.



Nokta at betala fyri Smyril


Strandferðslan vil ikki gjalda havnargjald fyri Smyril, tá ið hann kemur inn á Trongisvágsfjørð.

Tvøroyrar Býráð sigur, at ongin ivi er um, at hann skal betala.

Landsstýrið førir fram, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnargjald.

Tvøroyrar Kommuna sigur, at hetta hevur onki við málið at gera.

- Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um samdøgurið og vit hava vakt 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sum koma inn á fjørðin, sigur Tvøroyrar Býráð.

Umframt havnargjald, rinda øll skip eisini bryggjugjald fyri at leggja at sjálvari bryggjuni, men hetta gjaldið krevur Tvøroyrar Býráð ikki frá Smyrli, tí tað er tað almenna, sum hevur bygt bryggjuna.

Havnargjald verður goldið eftir, hvussu stórt skipið er, og fyri Smyril snýr tað seg um einar 2,5 milliónir um árið.

Og hóast Strandferðslan ikki vil gjalda, sendir Tvøroyrar Kommunu trúliga rokning hvønn einasta mánað.

Higartil er rokningin sostatt komin upp á góðar sjey milliónir og hon veksur fyri hvønn mánað, sum gongur.

Men rokningin verður blankt afturvíst og í Tvøroyrar Býráð harmast tey um, at landsstýrið ikki so frægt sum vil samráðast um havnagjaldið í eini roynd at finna semju um eina avsláttarskipan, so at Smyril slapp undan at betala fult havnagjald.

Tvøroyrar Kommuna hevur roynt at loyst málið við tríggjar teir undanfarnu landsstýrismenninar, sum hava umsitið Strandferðsluna, ávikavist Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Helenu Dam á Neystabø, men til fánýtis.

Nú er so Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna og nú er so ein roynd gjørd afturat. Ì hesum sambandi var fundur fyri stuttum ímillum Tvøroyrar Býráð og landsstýrismannin um málið.

Landsstýrismaðurin lovaði eitt skjótt svar, men tað er ikki komið enn, men býráðslimir á Tvøroyri eru sinnaðir at bíðja eftir svarinum, hóast teir nú fáa eina rokning í postinum upp á 300 krónur um dagin.