Býráðslimir á Tvøroyri møttu ikki upp

Men tað er ein góð forkláring upp á tað, siga tey

Eftir ætlan skuldi nývalda býráðið á Tvøroyri skipa seg í gjárkvøldið. Men fundurin mátti avlýsast, tí at teir tríggir býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum, møttu ikki upp.

 

Vit hava frætt av Tvøroyri, at tá ið býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum høvdu givið avboð, varð roynt at fáa varalimirnar at møta, men teir vóru ikki sinnaðir at vera við til at skipa eitt býráð, teir ikki vóru valdir í.

 

Sostatt verður tað á einum seinni fundi, at býráðið á Tvøroyri fer at skipa seg.

 

Hvørki Bogi Johannessen, ella Bjarni Hammer, hava verið at hitta í morgun, men triði býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Súsanna Bertholdsen, sigur, at tað skal einki leggjast í hetta, enn at tað bar teimum ikki til at møta á fundi.

 

Ein av okkara býráðslimum, Bogi Johannessen, hevur verið burturstaddur og kom ikki aftur fyrrenn seint í gjárkvøldið, og vit, sum eru vald á listanum, mugu fáa høvi til at stinga høvdini saman at tosa um, hvussu vit skulu fara fram, sigur hon. Og tí vildu tey hava býráðsfundin útsettan.