Býráðssamstarvið í Fuglafirði skrædnað

Eftir seinasta býráðsval avgjørdu teir 9 býráðslimirnir í Fuglafirði at skipa eina breiða samgongu.

Ta seinastu tíðina hevur samgongustevið kortini haltað eitt sindur. Og nú skal samstarvið sigast upp!

Mikudagin í næstu viku verður eyka býráðsfundur í Fuglafirði har bert eittans málið er á skránni: Uppsøgn av verandi býráðssamstarvi.

Uppskotið kemur frá einum valbólki sum umboðar 5 av 9 býráðslimum, og sum nú eru farin í ein valbólk. Í hesum valbólki er borgarstjórin, Sigurð Simonsen, umframt Dánjal Vang, Eyðun á Lakjuni, Jan Toftegaard og Elisabeth D. Eldevig.

- Nei, vit halda ikki at samstarvið er nóg gott í løtuni. Vit høvdu ynskt at tað var munandi betri, sigur borgarstjórin við Sosialin.

Samstarvið eftir seinasta býráðsval var grundað á eina semju um eitt veruligt samstarv, har ein ikki skuldi tosa um meiriluta ella minniluta. Men hetta gekk altso ikki longur enn til fyri kortum.

Mikudagin kl. 16:30 verður tí eyka býráðsfundur, har uppsøgnin av samstarvinum kemur fyri. Ætlanin er somuleiðis at velja tær fimm føstu nevndirnar av nýggjum fyri tað, sum er eftir av verandi valskeiði.