Býr í Svínoy og arbeiðir í Gøtu

Tá Hanna Jacobsen fer til arbeiðis er talan um ein rættiliga langan veg at fara. Hóast langa vegin úr Svínoy til sambýlið í Gøtu, trívist hon væl í arbeiði sínum og væl í heimbygdini.

- Hetta var ein óførur dagur í dag. Veðrið er av tí fagrasta, og so fái eg so fínar gestir á gátt í morgun, sigur Hanna, her hon stákast í køkinum heima við hús.

Hetta er ein serligur dagur, hesin mánadagurin í hesi vikuni. Í dag skal Hanna og bygdarfólk hennara avgera, um kommunan skal leggja saman við Klaksvík ella ikki.

Við Másanum eru eisini umboð fyri tíðindatænastuna og tvey umboð fyri Landsverk. Og hesi koma øll inn á gátt hjá Honnu henda fyrrapartin til ein góðan kaffimunn.

Til høvið hevur hon bílagt sær rundstykkir frá bakarí’inum hjá Jórun í Klaksvík, og komu hesi út við somu rutu sum gestirnir.

Blíðskapurin er óførur í heiminum hjá Honnu og Eyðuni, og tað er týðiligt at merkja, at her skulu tey vitjandi føla seg væl.

- Eg havi frí frá arbeiði mínum beint nú. Og tá eg eri her úti, takist eg við alt tað, sum hoyrir einum heimi til.

- Okkum báðum dáma sera væl heimabakað breyð, so tað geri eg eisini nógv av, tá eg eri her úti, sigur 58 ára gamla Hanna Jacobsen.


Langur vegur til arbeiðis

Ofta verður tosað um fjarstøðuna millum heim og arbeiðspláss, og hvussu neyðugt tað er at henda er so stutt sum gjørlig.

Nógv fólk av bygd og sum arbeiða í Suðurstreymoy, vita alt um henda týdning. Og tað ger Hanna eisini – hóast hennara vegur til arbeiðsplássið í Gøtu fer fram bæði yvir sjógv, yvir land og undir sjógv.

Hon fer av bygdini við Másanum til Hvannasund, og haðani frá koyrandi til Gøtu umvegis Norðoyatunnilin.

- Men lat meg bara siga, at tað hevði als ikki borið til at arbeitt har, um vit ikki høvdu eini minni hús í Klaksvík, slær Hanna fast.

Við ferðaætlanini sum nú er, ber ikki til hjá henni at fara til arbeiðis um morgunin og verða heima aftur um kvøldið.


Føla húsini sum eitt heim

Skipanin við arbeiðinum hjá Honnu er soleiðis, at hon til dømis kann arbeiða í fimm dagar, meðan hon síðani hevur frí í seks teir næstu.

Sjálv er hon sera væl nøgd við hesa skipanina, men at skula arbeiða í Gøtu, búgva ein part av tíðini í Klaksvík og ein part av tíðini í heimbygdini Svínoy, var ein heldur óvanlig støða fyri Honnu.

- Satt at siga, var tað eitt sindur merkiligt í fyrstuni. Eg voyt ikki, man má líkasum hava eitt einstakt stað at búgva í.

- Eg dugdi líkasum ikki at føla húsini í Klaksvík sum eitt heim, tí eg bara hevði búð her úti í Svínoy. Men tað eri eg komin yvir nú, so nú føli eg meg eisini heima í Klaksvík, slær hon fast.


Ikki fyri mína skyld!

Í samband við ætlaðu samanleggingina av Klaksvíkar og Svínoyar kommunu, hevur tosið um eitt sambýli fyri eldri verið upp á tal í Svínoy.

Men fyri Honnu var hetta ikki ein orsøk til at hon fór á heilsuskúlan í Suðuroy. Ella øvugt.

Tað er helst so, sum Hanna málber seg við einum brosi: - Teir fara neyvan at gera eitt sambýli her úti, bara tí eg havi fingið mær eina útbúgving!

Um hetta ein dag gerst veruleiki, er ikki óhugsandi at Hanna fer at søkja um arbeiði.

- Men hinvegin, so mær dámar sera væl í Gøtu, tað vil eg siga. Har er góð leiðsla, góð starvsfólk og fitt búfólk.

- Haraftrat er húsið bæði gott og arbeiðsligt, sigur hon.






Aftur á skúlabonk 40 ár seinni



At Hanna yvirhøvur kom so langt sum at fáa sær arbeiði á eldrasambýlinum í Gøtu, kann hon takka manni sínum og Heilsuskúlanum í Suðuroy fyri.


- Ja, hvussu eg endaði har á gamalsaldri, - tað hevur eisini sína søgu, greiðir Hanna brosandi frá.

Hon og maðurin vóru vorðin einsamøll í húsi, tí allar døturnar vóru farnar av bygdini. Og henda eina dagin spyr maðurin, Eyðun hana um, hvat hon ætlaði sær.

- Hví fert tú ikki í skúla?!, spurdi hann meg beinleiðis.

Hetta kom sera óvart á Honnu: - Eg? Meinar tú við meg? Skal eg kanska fara í studentaskúla ella hvat?, var fyrsta hugsanin hjá mær.

- Nei, eg hugsi um heilsuskúlan á Tvøroyri, svaraði maðurin aftur.

Hon søkti eitt árið, men slapp ikki inn beinanvegin, tí henni vantaði ymiskar lærugreinar.

Lestrarvegleiðarin á skúlanum bað hana fáa sær eitt sindur meiri av føroyskum á HF-skeiðnum í Klaksvík.

- Hetta kláraði eg, og fekk enntá eitt sera pent ummæli frá teimum, sum eg so sendi saman við umsóknini.

- Og mín sann um ta ikki eydnaðist mær at koma inn aðru ferð eg søkti, sigur hon brosandi.


Ikki smæðin

Hanna byrjaði so at fyrireika seg til at byrja skúlagongdina. Eitt var tann langi vegurin millum heimið og skúlan.

Tann størra avbjóðing hennara mundi kortini vera, at hon var komin nakað til árs. Í dag er hon 58 ára gomul.

Nógvir spurningar fóru gjøgnum høvd hennara, nú hon aftur skuldi seta seg á skúlabonk.

- Tja, eg hevði ikki gingið í skúla tey seinastu 40 árini, og eg var spent uppá, um eg yvirhøvur fór at klára at fylgja við í undirvísingini.

- Men eg hugsaði, at eg kundi so altíð fara suður. So hevði man í øllum førum roynt tað!, sigur hon við einum brosi.

Hinvegin kundi hon skjótt staðfesta, at munur var á pedagogikkinum í dag og tá hon gekk í skúla – tann positiva vegin!

- Fyrr var tað so, at kom ein smæðin næmingur í skúla úr eini lítlari bygd, ja, so slapp hesin at sita smæðin. Tað bleiv ofta so, at tey sum vóru von at taka orðið, tey høvdu orðið.

- Nú er tað øðrvísi. Um tú einki sigur, sleppur tú ikki tað, tí tú verður drigin við í prátið. Tú skalt siga nakað, og tað haldi eg er øgiliga gott, sigur hon.