Bárður í Focus

Ummæli

Fríggjadagin lat nýtt gallarí upp í Havn. Kinna Poulsen ummælir her fyrstu framsýningina í Galerie Focus, sum Bárður Jákupsson stóð aftanfyri.


Uppi undir loftinum hanga einir tríati smáir ljóskastarir, sum tilsamans við trimum stórum sýnisgluggum borga fyri sera góðum ljósi í nýggja listagallarínum í Gríms Kambansgøtu í Havn. Focus er heitið á gallarínum og hesar dagarnar til og við 3.august eru tað málningar hjá Bárði Jákupssyni, sum eru í fokus.
Trý tíðarskeið
Teir 24 oljumálningarnir á framsýningini eru rættiliga ymishættaðir hvat viðvíkur stíli. Teir kundu stava frá trimum ymiskum tíðarskeiðum, men eru allir tíðarfestir í ár. Stóra myndin "Brekkunám" (nr.14) brýtur saman við teimum báðum myndunum, ið nevnast "Grótherða" (nr. 12 og 13) rættiliga nógv frá heildini bæði tá talan er um litir og um myndamál. Hesar lomvigaprikkutu myndirnar líkjast eitt sindur gomlu myndunum hjá Bárði og so allíkavæl slett ikki. Á tí stóru myndina er ein greflig grøn pensilsstrika málað oman yvir prikkutu grundina og hetta gevur allari myndini ein spontan, frískligan dám. Sum skilst á myndaskránni, har myndaheitini eru t.d. "Tindar", "Hamralendi", og "Líðir" stava myndevnini úr føroysku náttúruni. Tvs. at Bárður Jákupsson eins og tey flestu føroysku listafólkini frá hansara ættarliði, tekur støði í landslagsupplivingum, sum síðan verða umsettar til tað, vit nevna hálvabstraktar myndir. Men hóast tú kanst samkenna onkra striku í myndunum við eina rók, eina strond, ein fugl ella okkurt tílíkt og hóast litirnir bera á okkara regnváta land, so tykist abstraktiónin rættiliga vítt-fevnandi. Hetta snýr seg ikki um avmyndan av hesum og hasum ávísa landslagnum, men um myndir, sum eru nakað í sjálvum sær.
Dekorativt myndamál
Seinnu árini er myndamálið hjá Bárði vorðið alsamt meira dekorativt við fagurlittum breiðum pensilsstrokum, sum spæla sær við rytmiskum rørslum í myndini. Eisini er palettin tíðum ljóssterkari við glitrandi bláum, gulum, turkis og violettum litum. Á framsýningini í Galerie Focus eru nakrar myndir av hesum slagnum, t.d. "Sólarløta" (nr.1) og "Sólarljómi" (nr.2), sum í dygd minna um stórslignu myndirnar, sum Bárður sýndi fram á tí stóru føroysku felagsframsýningini á Den Frie í 1999. Tær seks smáu myndirnar við felagsheitinum "Sólareyga" (nr.5-10) eru so deiliga ljósar og litirnir eru at kalla leskiligir. Hesar minna um tær leikandi løttu myndirnar, sum Bárður Jákupsson hevði við á Várframsýningini í fjør. Stendur tú eina løtu og hyggur, er tó okkurt, sum darvar. Á allar myndirnar er sett umhvarvið av einum sirkli eins og ímyndin av eini sól og hetta kenst stívt onkursvegna og harmonerar illa við tað spontana árinið í myndunum. At hava heili 24 myndir framsýndar í einum lutfallsliga so lítlum hølum, kann tykjast ørkymlandi. Men myndirnar eru ikki so stórar í vavi og hølini eru sum áður nevnt sera ljós, so tað gongur. Annars kundi hølið verið enn ljósari og svalligari, um gólvteppið varð tikið av, men sovorðið smágrenj skal ikki oyðileggja okkum gleðina yvir eitt nýtt føroykst, óheft listagallarí. Eitt tílíkt gevur bæði listafólki og listaáhugaðum fleiri framsýningar- og upplivingarmøguleikar og ger hervið heimliga listaumhvørvið enn ríkari og fjølbroyttari.