Føroyanevndini hjá MFS varð fyrr í vikuni endurstovnað, tá aðalfundur var hjá felagnum.
Á skránni fyri fundin var millum annað val av nevnd, og út frá nevndini at meta, so vóru nógv fólk á fundi.
Nevndin hevur nevniliga skipað seg við tíggju nevndarlimum, harav seks kvinnur og fýra menn.
Bárður Clemementsen er nýggjur formaður í felagnum, næstforkvinna er Hervøl Pálsdóttir, skrivari er Barbara Gaardlykke Apol, kassameistari er Tór Marni Weihe og Miðlafólk/myndafólk er Linda Klein.
Anne Melchior Hansen, Tráin Petursson Nónklett, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, Guðrun Jacobsen og Katrin Fríða Jógvandsóttir eru vald til nevndarlimir.
Í tíðindaskrivi sent miðlunum skrivar nývalda nevndin, at tey hava sett sær fyri at arbeiða miðvíst fyri at betra um lestrarumstøðurnar hjá lesandi í Føroyum og eisini at skipa fyri spennandi tiltøkum ta komandi tíðina.