Flogbóltur
Holte IF við Bárði B. Mikkelsen á liðnum tapti um vikuskiftið 3-0 móti HIK Aalborg.
Hetta verður kortini ikki mett sum nøkur gøla í Holte, tí liðið úr Aalborg er DM-favorittur, og fyri Bárð og teir ráddi tað fyrst og fremst um at fáa betri skil á spælið, sum var út av lagi vánaligt vikuna áðrenn móti Skovbakken Volley.
Móti Aalborg vóru tvey tey fyrstu settini sera jøvn, men HIK vann tey 25-22 og 26-24. Í triðja setti var einki at gera. Holte gjørdi alt ov nógvar feilir, ivaleyst eisini tí teir høvdu tapt hini bæði settini, og HIK Aalborg vann hetta settið heili 25-12.
Sum sagt er tað eingin katastrofa at tapa í Aalborg. Fýra tey fremstu liðini koma víðari til hálvfinalurnar, og Holte verður ikki einasta lið, sum fer at tapa uppi við Limfjørðin.
HIK Aalborg verður mett sum eitt sera støðugt lið, sum er væl samanspælt gjøgnum nógv ár, og teir gera ikki nógvar feilir, hvørki tekniskt ella taktiskt.
Vónbrotið var til at liva við
So er eitt sindur øðrvísi hjá Holte IF, sum hevur eitt so at siga spildurnýtt lið við fleiri ungum leikarum, umframt at fleiri eldri leikarar hava fingið nýggjar leiklutir á liðnum. Og sum heild var spælið hjá Holte nógv betri hesaferð enn móti Skovbakken, so vónbrotið var til at bera.
Næsta sunnudag tekur Holte á heimavølli ímóti DHG Odense, og tað kann gerast ein rættiliga avgerandi dystur. Um Holte skal koma víðari í hálvfinalurnar, skulu teir helst vinna hendan dystin. Vanliga hevur Holte gott tak á DHG Odense, men samstundis usm Holte tapti í Aalborg, vann DHG trygt á útivølli móti Gentofte Volley, so har kann alt henda.