Tað var heldur óvæntað, at føroyski landsliðsleikarin, Bárður J. Hansen, undan hesum kappingarárinum valdi at skifta úr Fremad Amager til NSÍ, og ikki til Víking, har hann er uppvaksin og altíð hevur spælt herheima.
Høgri vongbakkurin spældi í gjár sín fyrsta dyst í Effodeildini fyri NSÍ, tá ið tað á heimavølli gjørdist til 1-1-javnleik ímóti uppflytarunum úr EB/Streymi. Næsta sunnudag skal Bárður spæla ímóti sínum gamla felagi, Víkingi.
Dysturin verður spældur við Løkin í Runavík, og Bárður J. Hansen gleðir seg sum vera man at hitta sínar gomlu liðfelagar, sum tó fingu eitt lítið prik við á vegnum, tá ið Bárður í dag vitjaði Vespureiðrið á R7 Kringvarp og tosaði um hvussu tað var at vera í NSÍ.
- Tað er stuttligt at sleppa at spæla saman við javnaldrum aftur, skemtaði Bárður J. Hansen, óivað vísandi til høga miðalaldurin á liðnum hjá Víkingi.