Bárður við í viðgongd

Flogbóltur: Væl gongst fyrrverandi landsliðsspælaranum, Bárði Bendix Mikkelsen, sum nú er hjálparvenjari hjá danska meistarafelagnum, Marienlyst Volley

Ikki kann sigast annað, enn at væl gongst Bárði Bendix Mikkelsen, sum er hjálparvenjari hjá danska flogbóltsfelagnum, Marienlyst Volley. Um vikuskiftið var liðið í Linköping í Svøríki og spældi innleiðandi umfarið av norðurlendsku kappingini fyri feløg, NCC.
Har endaði Marienlyst í einum sera sterkum bólki saman við Linköping og norska Førde. Bólkarnir verða gjørdir út frá teimum úrslitum, liðini hava í síni heimligu kapping, men at hetta var ein krútbólkur, varð undirstrikað av, at hesi trý øll vóru millum tey fýra bestu norðurlendsku liðini síðsta kappingarár.
Í fyrsta dystinum vann Førde 3-2 á Linköping og síðani vann Marienlyst 3-1 á Førde. Hetta merkti, at Marienlyst í seinasta dystinum bara skuldi vinna tvey sett ímóti Linköping fyri at koma víðari, og tað eydnaðist akkurát, tí Linköping vann dystin 3-2. Sostatt kom Marienlyst víðari í kappingini, har nú bara fýra tey bestu eru eftir.
Enn er ikki greitt, hvar kappingini millum hesi fýra verður spæld, men hon er sett til at vera frá 27. til 29. januar 2012. Tey fýra liðini eru Marienlyst, Middelfart og Gentofte, sum vóru trý tey bestu í donsku kappingini síðsta kappingarár, og Nyborg, sum kemur úr Bergen og vann norska meistaraheitið í fjør.
– Vit hava fingið eitt gott og spennandi nýtt lið í ár, eftir at fleiri av føstu manningini frá síðsta kappingarári eru farnir víðari til størri feløg í Europa, sigur Bárður Bendix Mikkelsen, ið bæði er hjálparvenjari hjá besta mansliðnum og talentvenjari í Marienlyst Volley.
– Spælararnir hjá okkum koma úr sjey ymsum londum. Tveir eru úr USA, tveir úr Íslandi, ein úr Norra, ein úr Australia, ein úr Skotlandi og ein úr Litava, og so er restin ein góð blanding av ungum og evnaríkum donskum talentum og meira royndum donskum landsliðsspælarum.