Børn eru tilvitaðir brúkarar

Fríggjadagin vardi Erika Hayfield sína Ph.D.-ritgerð um børn og brúkaramentan, har hon m.a. staðfestir, at børn eru meira tilvitað um nýtslu enn higartil hildið. Í fimm ár hevur hon verið millum børn og sett seg inn í teirra viðurskifti og nýtslumentan

GRANSKING




Seinastu árini hevur Erika Hayfield skrivað Ph.D.-ritgerð um børn og brúkaramentan hjá børnum. Fríggjadagin vardi hon ritgerðina á Natier University í Edinburgh, og niðurstøðan hjá henni er í stuttum, at børn eru nógv meira tilvitaðir og margfaldir brúkarar enn higartil hildið.

Ætlanin við eini slíkari ritgerð er í høvuðsheitum at geva okkurt nýtt til vísindina, og í hesum sambandi er sjálvur hátturin ella tann sonevnda metodan, ið Erika Hayfield nýtti í sínum granskingararbeiði, rættiliga serstøk.

Erika Hayfield sigur við Sosialin, at í øðrum kanningum hevur tað, ein kann kalla »maktbýtið« millum granskara og børn, ofta verið ójavnt, og tí setti hon sær fyri at bróta hesa forðing. Hon hevur tí ikki hugt so nógv eftir tølum ella at gjørt kanningina kvantitativa. Tvs. at hon valdi ikki at býta út spurnarbløð o.t. til børnini uttan at hava annað samband við tey. Hetta varpar nevniliga eitt annað ljós á viðurskiftini, spurningarnir verða settir øðrvísi, og tí verða svarini eisini nøkur onnur.

- Eg valdi tí heldur at fara í dýpdina, sigur Erika Hayfield, sum var eitt heilt ár millum tilsamans eini 100 børn í Skotlandi, har hon gjørdi kvalitativar kanningar. Umframt hetta hevur hon virkað í 5 ár millum børn í sambandi við sína gransking.


Út um sítt øki


Børnini vóru í aldursbólkunum 3-5 ár, 6-7 ár og 10-11 ár.

Tað kann vera ein stór avbjóðing at finna út av, hvat eitt 3 ára gamalt barn leggur í hugtakið nýtslu og brúkaramentan. Tí setti Erika Hayfield sær sum nevnt fyri at bróta tær ójøvnu maktforðingar - ið annars eru millum børn og vaksin í okkara samfelag - tá hon var millum børnini í teirra skúla ella stovni.

Hetta gjørdi hon m.a. við lata seg í somu sløg av kovboybuksum ella løriftskóm sum børnini fyri at líkjast teimum, ella at seta seg á gólvið og práta og spæla við tey.

Erika Hayfield eygleiddi børnini við m.a. at lata tey tekna, brúka kropsmál og lata tey sjálv avgera, nær tey vildu taka lut. Av tí at børnini ikki altíð vóru von við hetta, tók tað drúgva tíð.

Sjálv metir Erika Hayfield, at hon hevur fingið vitan gjøgnum hesa metoduna ella háttalagið, ið hon annars ikki hevði fingið. Metodan er fingin til vega frá etnografiini og sokallaðum sosialvísindum, sum annars ikki eru vanlig at brúka í gransking innan marknaðarføring.

Metoda er ein av grundarsteinunum í gransking, og í hesum førinum er Erika Hayfield sostatt farin útum sítt øki, og hevur leitað sær íblástur aðrastaðni frá. Tí metir Erika Hayfield, at umframt úrslitini er hendan metodan eitt av høvuðsískoytunum til vísindina, ið hon er komin við í síni ritgerð.


Populer børn


Erika Hayfield legði seg eisini eftir, at vera saman við børnum við ymiskum bakgrundum. Í Skotlandi kann hetta m.a. metast eftir, at børn, sum eiga foreldur við sera lágum inntøkum, hava rætt til mat á skúlanum. Á øðrum skúlanum, hon var á, fekk 1% av børnunum mat, meðan 23% fingu ókeypis døgurða á hinum skúlanum.

Tann nýklakti Ph.D.’arin greiðir frá, at kanningin gav eisini eitt innlit í, hvør er vælumtóktur millum børnini, og hvussu, valdsbýtið háttar seg millum børn, og hvussu nýtsla gevur seg til kennar seg millum børn.

Erika Hayfield metir, at um ein skal granska brúkaramentan, er neyðugt at finna virðini hjá fólki. Og hetta kann vera torført at gera hjá smábørnum. Tí var roynt at finna súmbol, samleika, vald og ritualir millum børnini, tí hetta fortelur nakað um tey undirliggjandi virðini í forbrúkaramentan hjá børnum.

Erika Hayfield greiðir frá, at børn berjast fyri at gerast sjálvstøðug, og hetta ávirkar teirra nýtslu. Hetta vísir, at tey vilja hava eftirlit og yvirlit yvir egnum lívi og at ráða sær sjálvum, og tað er sunt, heldur hon.


Ikki seta børn í bás


Erika Hayfield ávarar ímóti í ov stóran mun at flokka børn. Eitt nú hava vaksin lyndi til at halda, at ljósareyðir litir og dukkur bert eru fyri gentur o.s.fr. Men børnini sluppu eisini at vísa Eriku kamarið hjá sær, og hon undirstrikar, at alt hetta varð gjørt í áliti og trúnaði, og tá sá hon, at tað ikki altíð er so einfalt. Brúksmentanin verður nevniliga brúkt at signalera við, og t.d. kann Mickey Mouse verða brúktur at fáa ymiskar boðskapir fram hjá børnunum, staðfestir Erika Hayfield. Børnini brúka nevniliga ymisk symbol at samskifta við.

- Ofta hava vit lyndi til at siga, at børn bara vilja hava, sigur Erika Hayfield. Men so er ikki, heldur hon. Ofta hava ástøðini gjørt børnini ov einføld, men tey eru sera varug við, hvat tey vilja hava og ikki hava, og hvørji virði tey hava í lívinum.

- Børn taka ikki bara eina mentan til sín, sigur Erika Hayfield, og minnir á, at hon heldur vil tosa um »the prepared child« enn »the protected child« í mun til nýtslu, um tey skulu vaksa upp og gerast væl virkandi brúkarar. Tað fyrireikaða barnið er altso nærri veruleikanum enn tað varda barnið, tá talan er um lýsingar o.a., tí børn vita, at talan er um lýsingar.

- Sjálvandi brúka børn lýsingar sum informatiónskeldu, men tey hyggja eisini eftir eldri børnum, vaknsum og øðrum miðlum, sigur Erika Hayfield um nýtsluna hjá børnum.



Gransking skal út millum fólkið


Erika Hayfield, ið starvast sum ráðgevi hjá Sansum og annars hevur undirvíst, heldur tað vera týdningarmikið, at granskarar fáa sítt tilfar út – eisini millum onnur enn granskarar og fáa síni kanningarúrslit prentað í ymiskum bløðum, so tey ikki bara vera at lesa í granskingarritum.

Hon heldur eisini, at tað kundi verið áhugavert at líknandi kanningar um nýtslumentan hjá føroyskum børnum.

- Føroysk børn hava somu atgongd til miðlar, men ikki somu atgongd til forbrúksmøguleikar, staðfestir Erika Hayfield, og sipar til, at hóast tað kann kosta nógv at taka lut í t.d. ítrótti, so eru ikki øll tey tilboð, sum eru at síggja í miðlunum á netinum og í sjónvarpi, at finna í Føroyum.