Tað eru eingi neyvt eftirfarandi tøl fyri nýtslu av hasji undir barnsburði í Grønlandi, men metingin er, at hetta er ein veksandi trupulleiki.
Heilsumyndugleikarnir í Grønlandi vísa á, at misnýtsla av hasji undir barnsburði nú er ein nógv størri trupulleiki enn rúsdrekka.
- Vandi er fyri, at misnýtslan av hasji fer at ganga út yvir menningina hjá børnunum, og í ringasta føri kann talan gerast um heilaskaðar.
Tað sigur Rikke Louise Kuhn, ljósmóðir, sum eisini er verkætlanarleiðari fyri MANU í grønlendska heilsuverkinum.
Eingi neyv tøl finnast kortini yvir, hvussu stórur trupulleikin er, men Rikke Louise Kuhn heldur seg kortini hava varhugan av, at hetta er ein veksandi trupulleiki, sum størri fokus átti at verið sett á.
- Neyðugt er við fyribyrgjandi átøkum og møguleikum fyri at hjálpa foreldrum og børnum, sum koma úr umhvørvum, har misnýtsla er, sigur Rikke Louise Kuhn.
Stóra nýtslan av rúsandi evnum verður staðfest í seinastu fólkaheilsukanningini í Grønlandi frá 2014.
Kanningin vísti, at meira enn helmingurin av teimum spurdu høvdu roykt hasj, og at ein partur av kvinnunum hildu fram við at roykja hasj undir barnsburðinum.
Tað skrivar www.sermitsiaq.ag.