Børn hjálpa børnum

Hálvt triðja túsund krónur savnaðu børnini í Frítíðarskúlanum í Eysturskúlanum í Havn inn til børnini í Kosovo

Fríggjadagin í síðstu viku savnaðu børnini í Frítíðarskúlanum í Eysturskúlanum í Havn pengar inn til børnini í Kosovo, ið eru flýdd yvir hálv og herðar síðani kríggið byrjaði. Tað vóru starvsfólkini á Frítíðarskúlanum, sum tóku stigið til innsavningina, og børnini gingu beinanvegin eldhugað inn fyri ætlanini. Alla síðstu viku perlaðu tey myndir, gjørdu tekningar, aðrar lutir, bakaðu kakur og annað at selja. Fríggjadagin seinnapartin komu foreldur og systkin til regluliga foreldrakaffið, og tá høvdu børnini gjørt átta sølubúðir, sum tey seldu frá. Uppboðssøla var eisini á skránni. Ein perlaður maður varð á uppboði og hann fór fyri hægsta boð. Alt varð selt, og inn komu 2463 krónur.

- Børnini hava verið øgiliga spent og gingið upp í tiltakið við lív og sál. Tey vita nógv um kreppuna og kríggið á Balkan. Vit práta nógv um tað og tey síggja nógv í sjónvarpinum, sigur Guðrun S. Hansen, leiðari á Frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum.


Barnabati fleiri tiltøk

Børnini hava latið Barnabata peningin, ið kom inn. Barnabati flytir síðani upphæddina til Red Barnet. Marna Olsen frá Barnabata hevur verið á vitjan á Frítíðarskúlanum í Eysturskúlanum, har hon hevur greitt frá Barnabata og virkseminum hjá felagsskapinum, og givið børnunum hvør sína plakat frá Barnabata.

- Tiltakið á Frítíðarskúlanum var sera gott og vit eru sera takksom fyri hjálpina. Vit høvdu ikki roknað við, at so fitt av pengum komu inn. Aðrir skúlar kundu gjørt teimum eftir, sigur Marna Olsen.

Barnabati hevur ætlanir um fleiri tiltøk viðvíkjandi Kosovo-hjálpini.

- Vit hava latið eina bráðfeingishjálp á 50.000 krónur, og nú er ætlanin at gera eitthvørt sum skal hjálpa kosovo-albanunum, tá ið teir eina ferð koma heimaftur, sigur Marna Olsen, ið leggur afturat, at Barnabati sóknast eftir fleiri limum.