Børn mugu ikki liva í armóð

Hallbjørg Lamhauge
----

Vit hava barnafamiljur í Føroyum, sum liva í djúpum fátækradømi.

Sambært Hagstovu Føroya liva umleið 1200 børn í Føroyum í fatækraváða, og sambært eftirmeting av jólahjálpini í 2011 hjá “Í menniskjum góður tokki”, eru tey sum fáa veitingar frá almennum skipanum so sum forsorgarveitingar, fyritíðarpensjón, lestrarstuðul v.m. sera fíggjarliga sperd.

Tað sama er við nógvum av teimum arbeiðsleysu, sum fáa frá Arbeiðsloysisskipanini og teimum, sum fáa frá Barsilsskipanini.

Vit hava hoyrt mammur greitt frá í fjølmiðlunum, at tær ikki hava mat á borðið til teirra børn og at tær noyðast at sníkja seg inn á Herbergið á náttartíð sum olmussufólk fyri at bidda um mat.

596 av teimum 910 børnunum sum fingu jólahjálp í fjør livdu í familjum, sum høvdu minnið enn 100 krónur um dagin at liva fyri.

Slíkt eigur ikki at koma fyri í einum vælferðarsamfelag og tað er alneyðugt at geva hesum børnum ein tryggan uppvøkstur undir mennandi umstøðum, soleiðis at tey ikki ganga hungurstungin, men fáa eina heita og heilsugóða máltíð hvønn dag.

Hetta kann til dømis gerast við, at kommunan setur í verk eina matarskipan, har øll børn sum ganga á stovni hjá kommununi, hvønn dag fáa eina heita máltíð á stovninum.

Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/hallbjorg


Ta røttu at ráða? - vel mammu Høgna og Boga