Børn nú upptikin eftir aldri

Tann 1. oktober komu nýggjar upptøkureglur í gildið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu. Tað nýggja í reglunum er, at børn nú verða upptikin eftir aldri, og ikki eftir nær tey vera uppskrivað á listan.

Sambært Tórshavnar kommunu er hetta er gjørt, so elstu børnini fáa fyrst boðið stovnspláss, somuleiðis at javngomul børn eru á stovunum. Hetta er vanlig mannagongd í hinum norðanlondunum.

Ein onnur broyting við reglunum er, at foreldur, sum eru undir útbúgving ella hava eina ávísa uppgávu at loysa ? og búgva uttanlands, fáa børnini ansað í tveir til seks mánaðir, treytað av, at tey hava váttan frá útbúgvingarstaði ella arbeiðsgevara, og talan er um avmarkað tíðarskeið. Hetta so lesandi kunnu koma heim og ikki missa sambandið við Føroyar.