Børn og miðlar – ein nýggj avbjóðing

Internet, telduspøl, filmar og fartelefonir: Børn í dag eru ovurhonds stórir nýtarar av alskyns miðlum. Heldur enn forboð, eiga foreldrini at seta seg inn í økið, so tey kunnu vegleiða børnunum á rættan hátt, og seta mørk har tað er neyðugt.

Foreldraleikluturin er kollveltandi broyttur seinastu árini. Nærum onki av tí, sum barndómurin hevur at bjóða uppvaksandi ættarliðinum í dag, var til, tá vit vóru børn. Innan tøkni og miðlar gongur menningin so skjótt, at sjálvt tey, sum fáast við hesi økið burturav, hava ilt við at halda seg dagførd.
Fólk hava altíð ræðst tað, sum tey ikki hava innlit í. Hetta er ikki minst galdandi fyri fyribrigdið børn og miðlar, har vit koma í eina tvístøðu – ofta vegna væntandi innlit og álit á nýggju tøknina. Vit ynskja sjálvsagt, at børnini skulu gerast hollir brúkarar, men samstundis kann tað vera torført at seta mørk.
Kortini er tað er skyldan hjá okkum at seta okkum inn í tað, sum vit bjóða børnunum, so vit kunnu vegleiða og leggja teimum lag á. Ikki minst, tí at børnini kunnu koma sær í vanda, um tey ikki ansa sær. Ein sannroynd er tað, at nøkur teirra ið bjóða seg fram, eitt nú á internetinum, hava ikki gott í hyggju.
Í oktober í ár handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í mentamálum álit um endurskoðan av filmseftirlitinum. Har verður mælt til at seta á stovn eitt miðlaráð, ið millum annað skal vera ein leiðbeiningarstovnur fyri brúkaran, heldur enn ein avmarkandi banningarstovnur, ið vit kenna frá filmseftirlitinum.
Ætlanin er sostatt, at Miðlaráðið skal veita brúkarum upplýsing um góðan miðlasið, framleiða leiðbeinandi faldarar, plakatir og at hava eina dagførda heimasíðu, millum annað fyri at leiðbeina foreldrum um børn og miðlar.
Í álitinum vóru nógvir áhugaverdir tankar og hugskot, og millum annað var eitt yvirlit yvir góð ráð í samband við miðlar, sum vit hava fingið loyvi til at prenta her. Við vón um at eitt miðlaráð er á dyrnum - eitt kærkomið tiltak, sum øll kunnu frøast um.

--

Góð ráð í sambandi við miðlar:

Her eru góð ráð um sjónvarp, teldur og internet: Tað er altíð gott hjá foreldrum og øðrum, sum varða av børnum at leita sær vitan um hesi evni, um tey ivast í, hvussu børn verða ávirkað av miðlum.


Góð ráð í sambandi við sjónvarp

• Børn 0-7 ár
Børn í hesum aldursbólki duga ofta ikki at skilja ímillum veruleika og fantasi.
Tað verður mælt til at vera saman við børnunum, tá ið tey hyggja eftir sjónvarpi, soleiðis at foreldrini kunnu merkja og hoyra, um barnið hevur brúk fyri einari frágreiðing, ella um tað, tey síggja, er óhóskandi fyri tey. Hesin aldursbólkur hevur brúk fyri at menna motorikk og spæl, og eigur tí ikki hyggja at sjónvarpi meiri enn 1 tíma dagliga.

• Børn 8-12 ár
Børn í Danmark hyggja upp til 2 tímar dagliga at sjónvarpi. Hetta er galdandi fyri bæði gentur og dreingir. Børn vita, hvat tey ynskja at hyggja at, men ikki hvussu ymisku sendingarnar ávirka tey, t.d. ræðufilmar, sjónvarpstíðindi og annað.
Mælt verður til at fylgja við sjónvarpsvanunum hjá barninum og vera til staðar í
gerandisdegnum hjá barninum. Foreldur eiga at vera tilvitað um menningarstigið hjá barninum. Um barnið hevur sæð okkurt, sum ger tað ørkymlað ella hevur annan broyttan atburð, er tað best at tosa um tað. Tey størstu skrímslini í verðini hjá børnum eru tey, sum eru goymd burtur og ikki verður tosað um.

• Børn yvir 12 ár
Nógvar sjónvarpsrásir meta, at børn, sum eru yvir 12 ár, eru ungdómar. Tað er tó stórur munur á menningini hjá børnum, sum eru 12 ára gomul. Nógv eru í kynsbúning, og tey flestu fokusera nógv upp á teirra egna samleika í vinarbólkinum. Foreldur kunnu varðveita sambandið við barnið við at vera til
staðar í gerandisdegnum, við at vera fyrimynd og við at vera tilvitað um teirra
egna hugburð til miðlanýtslu og lívsvirðir annars.


Góð ráð í sambandi við internetið

• Børn 0-7 ár
Børn í hesum aldrinum gera ofta tað, sum foreldur og eldri børn vísa teimum.
Tað er umráðandi at vera tilvitaður um, at børn í hesum aldrinum lætt kunnu
“klikkja” seg inn á heimasíður um harðskap og porno. Tað kann vera eitt
hugskot at leggja eitt filtur inn. Lesast kann um filtur á heimasíðuni
www.redbarnet.dk Tað er eitt gott hugskot at ala børnini upp “saman við”
internetinum, tá tey eru klár til tað.
Í hesum aldrinum hava børn brúk fyri at menna motorikkin og sambandið til
onnur børn og vaksin. Tí er tað ein høvuðsregla, at børn í mesta lagi eiga at
nýta 90 min. um dagin tilsamans til sjónvarp, telduspøl og tílíkt. Tað er altíð
ymiskt frá barni til barn. Ein er sjálvur noyddur at avgera, hvat er best fyri eins
egna barn.

• Børn 8-12 ár
Í hesum aldursbólkinum eru børn sera virkin á internetinum. Hesi børn vita sum oftast, hvussu tey skulu leita inni á netinum. Tí meta vit, at upplýsingar frá teimum vaksnu um vandar og møguleikar eru betri enn filtur fyri hendan
aldursbólkin. Aftur her er tað umráðandi, at ein hugsar um tað einstaka barnið.
Foreldur skulu kunna barnið um, at tað ikki eigur at geva persónligar upplýsningar inni á netinum.

• Børn yvir 12 ár
Flest børn, sum eru yvir 12 ár, brúka telduna til skúlating og til kjatt. Dreingir
brúka eisini telduna til “online” telduspøl. Tað nýggjasta rákið er at spæla poker á netinum við fiktivum pengum. Tað er umráðandi, at hesi stóru børn kenna møguleikar og avmarkingar á netinum. Hvat kann ein taka niður av netinum, hvat er trygt kjatt o.s.fr. Foreldur kunnu hava eitt vakið eyga við miðlanýtsluni hjá børnunum við at vera til staðar, við at vera ein fyrimynd og við at siga sínar egnu meiningar og hugsanir uttan at vera fordømandi.

Heimasíður um børn og internet:

www.medierådet.dk
www.saftonline.dk
www.danmarksbiblioteker.dk

Her kann lesast um fyrimunar ella vansar við at hava filtur á telduni
www.barnevakten.dk
www.sikkerchat.dk


Góð ráð í sambandi við telduspøl

• Børn 0-7 ár.
Flestu børnini í hesum aldursbólkinum duga væl, og teimum dámar væl at
spæla telduspøl. Tey eru opin og royna at finna fram til, hvørji spøl teimum
dámar best. Tað er umráðandi, at foreldrini eru hjá barninum, tá tað spælir.
Børnini fáa eisini ment motorikkin, umframt at telduspøl eru eitt íkast til annað
spæl í gerandisdegnum hjá barninum. Um barnið hevur ment spæliførleikar og hevur eldri systkin, er tað umráðandi at fylgja við og hyggja eftir aldursmarkinum á spølunum. Eitt sum eisini skal havast í huga er, at børn upp í 7 ára aldur oftast ikki duga at skilja millum veruleika og fantasi.

• Børn 8-12 ár.
Í hesum aldursbólkinum spæla uml. 80% av øllum dreingjunum telduspøl.
Gentur spæla eisini, men tó ikki nær til so nógv sum dreingirnir.
Tey best umtóktu spølini eru “actión”, strategi, og harðskapur er eisini ein stórur partur av telduspølum. Harðskapur er nakað, sum granskarar eru ógvuliga ósamdir um, hvussu tað ávirkar børn. Rátt verður foreldrum at hyggja eftir, hvønn aldursbólk spølini eru ætlað til. Eisini er umráðandi, at foreldur eru vitandi um, hvussu nógva tíð børnini nýta, tá tey spæla, og hvat tað eru fyri spøl tey spæla.

• Børn 12 ár.
Børn eldri enn 12 ár hava nógvar streingir at spæla uppá. Tann størsti vøksturin av spølum er innan fyri “online” spøl. Her spæla tey ofta við onnur, sum eru eitt annað stað, kanska í einum øðrum landi. Online poker er eisini ógvuliga væl dámt millum størri børn og vaksin. Ein kann spæla við fiktivum pengum ella við visakorti. Børn eiga at verða tilvitað um, at tey eiga at fara væl við hvørjum øðrum, tá tey ferðast á internetinum og ikki geva persónligar upplýsingar.
Eisini hendan aldursbólkin eiga foreldrini at tosað við um, hvørji spøl tey spæla.
Á henda hátt verður sambandið ímillum børn og foreldur varðveitt. Børnum
dámar, at foreldur eru áhugað í tí, tey fáast við.



Hvat kann eg gera?

• Fá tær vitan!
-Tað eru nógvar góðar heimasíður, ið tú kanst fáa tær vitan frá t.d.:
www.barnevakten.no
www.famileogmedier.dk

• Vís áhuga!
- Ver positiv
- Spæl saman við børnunum

• Tosa um kenslur!
- Tosa um t.d. tíðindi
- Hví hendir hatta í hasum landinum?
- Sig tínar hugsanir um tað, sum tit síggja
- Tosa um tínar egnu áskoðanir

• Ver ein fyrimynd!
- Hugsa um tínar egnu miðlavanar

• Lær teg tøknina!
- Spyr barnið: Tað tímir væl at læra teg!

• Set mørk!
- Eitt nei er eitt nei
- Eitt ja er eitt ja
- Ver greiður í tí, sum tú sigur

• Skapa valmøguleikar!
- Ger onnur ting saman við barninum, tá sjónvarpið og teldan eru sløkt.

• Tosa við onnur foreldur
- Set felags mørk við onnur foreldur, tí børn hava lyndi til at brúka
grundgevingina: ”Tá hann sleppur, hví sleppi eg so ikki!”

• Fylg við í tí, sum hendir í miðlunum
- Ver vakin
- Sært tú okkurt, sum er óhóskandi, set teg so í samband við viðkomandi
miðil!


(Frá miðlaráðstevnuni á Børkop háskúla við heitinum ”Når medier
invaderer”, Stig Ryland, Dagligi leiðari á Barnevakten)

Leinkjur við heimasíðum fyri børn
www.zoo.dk Um djóragarðar. Fyri børn upp í 12 år.
www.dyrenesbeskyttelse.dk Góð ráð um, hvussu djór eiga at verða ansað.
www.boerneavisen.dk Ein avís í netútgávu fyri børn.
www.dr.dk/boern DR heimasíðan fyri børn.
www.kids.tv2.dk TV2 heimasíðan fyri børn
www.animationfactory.com Síða við myndum til at prýða e-mailar við
www.hitentertainment.com/bobthebuilder el /pingu Stuttligar síður við Byggemand Bob eller Pingu.
www.yahooligans.com Ensk heimasíða við spølum og ráð til foreldur.
www.neopets.com Síða við upplýsingum um at hava húsdjór.
www.disney.dk Spøl, undirhald og litbók.
www.poohworld.dk Søgur, spøk og annað um Petur Plys.
www.barbie.com Enska síða við postkortum, dukkulisum og spølum.
www.totallyspies.tv2.dk Heimasíða um tær tríggjar spióngenturnar.
www.motto.dk Alt um heimin hjá Didl.
www.tycho.dk/boern Flott heimasíða um astronomi og Planetarium í Keypmannahavn.
www.experimentarium.dk Ger ein teknifilm.
www.rekordbog.dk Rekordbókin hjá børnum.
www.kids.pift.dk Spøl, quiz og uppgávur.
www.it-kids.dk Spøl, quiz og uppgávur.
www.trafiksjov.dk Spæl og lær.
www.dotbot.dk/klogeaage Netgeit hjá bókasøvnunum fyri børn.
www.strok.net Føroysk heimasíða hjá barnablaðnum Strok

--

Lagt til rættis: Rigmor Dam
Kelda: Álit um endurskoðan av Filmseftirlitinum, 2006