Børn og vaksin renna um kapp

Talan er um kapping, sum fevnir um styttri og miðallongu teinarnar á rennibreytini. Kappast verður 60, 100, 200 og 1.000 metrum, og er talan um kapping, sum verður skipað fyri bæði børn og vaksin.

Børn, sum eru fødd í 1998 ella seinni kunnu kappast á øllum teinum, meðan tey, sum eru eldri enn hetta, kappast á 100, 200 og 1.000 metrum.

Tiltakið er opið fyri øllum, og skal tilmelding fara fram klokkan 13.30. Sjálv kappingin byrjar klokkan 14.00.