Børn við serligum tørvi eru slept upp á fjall frá almennari síðu, tá ið talan er um frítíðarskúlatilboð.
Hetta er ein neyðloys frá almennar síðu.
Sum er nú er, hava børn ikki krav upp á kommunalt frítíðartilboð aftaná 2. flokk, hetta er eisini galdandi fyri børn við serligum tørvi, her vísir Almannastovan til hølini hjá Javna í Gundadali.
Heldur ikki fylgir tilsvarandi játtan við, og hølisviðurskiftini á økinum eru sera vánalig.
Har eru, sum eg havi skilt, einans børn við diagnosu innan ADHD/DAMP-økið. Her eru øll børnini í sama frítíðarskúlahøpi. Talan er um børn við autismu og børn við øðrum trupulleikum.
Ov lág játtan til betri karmar
Her fylgir eingin fíggjarlig játtan til betring av karmunum, sum er eitt krav, um tú skalt hava ein muna góðan kvalitet á økinum. Sjálvt um Tórshavnar kommuna roynir at fylgja við, er støðið ikki gott nokk í dag. Nei, her er nógv eftir til, at støði skal vera betri.
Øll hava ymiskan tørv
Foreldur skríggja um hjálp og um betri fakligt innihald, fakligt støði og betri karmar, etc, men einki hjálpir. Øll serbørn vera bólkað, sum tey eru, eins og hava sama tørv. Tú mást hyggja at tí einstaka barninum, og øll børn hava jú ymiskan tørv. Tað eru alt ov nógvar fyribilsloysnir á økinum, hvat við at finna eina verandi loysn?
Børn og avvarðandi eru gíslar
Nei, her vantar yvirorðnað politisk stev, har bæði kommunalir og landsins myndugleikar síggja veruleikan í eyguni og steðga øllum, sum eitur fyribilsloysir. Eg eri troyttur av øllum hesum fyribilsloysn um á hesum øki. Eg eri troyttur av fyribilsloysnum
Hetta er ein tvørpolitisk avgerð
Her krevst ein tvørpolitisk avgerð um, millum land og kommunu, har eg haldi, at hetta serstovnaøkið skal yvirtakast upp til 10 flokk. og har Tórshavnar kommuna fær fulla ábyrgd á økinum, og tað fíggjarliga fylgjur við.
Bleiv tagdur burtur á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum og av Kringvarpinum!
Einki kom fram um børn við serligum tørvi, hvørki í Kringvarpinum ella sum ein partur av niðurstøðuni frá floksleiðsluni hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík. So, tað sum eg kom inn á, tá ið eg helt røðu á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvik um børn við serligum tørvi, varð klipt vekk, bæði frá kringvarpinum og frá Javnaðarleiðsluni, sum ikki nevndi eitt orð um málið í teirra niðurstøðu.
Tvs hetta málið var ikki tikið við sum nakað serligt. Ja, so litið pláss verða børn við serligum tørvi raðfest í okkara samfelag í dag!
Nú eri eg valdur inn í Tórshavnar býráð, og eg fari at berjast fyri sakini.
Levi Mørk, nývaldur býráðslimur fyri Javnaðarflokkin hjá Tórshavnar Kommunu,