Børnini kunnu ikki bíða longur

Fak- og starvsbólkar, ið fáast við børn, arbeiða hvør í sínum lagi, og tað er størsta forðingin fyri, at nakað munagott verður gjørt við stóru trupulleikarnar, sum alt ov nógv børn í Føroyum hava. Tað sigur Finnur Helmsdal, leiðari á Barnaheiminum. Neyðugt er at samskipa økið, tí børnini kunnu ikki bíða longur, heldur hann

Nógvar føroyskar familjur virka ikki nóg væl, og tað eru børnini, sum rinda høga prísin.
Tað var greiði boðskapurin frá Finni Helmsdal, leiðara á Føroya barnaheimi, tá hann helt tann fyrsta fyrilesturin í Psykiatrivikuni, sum varð sett í Útvarpshøllini mánakvøldið. Eini 70 fólk vóru møtt. Nógv ymisk evni undir heitinum »Gevið sinninum gætur« vera tikin upp, og Finnur Helmsdal legði fyri við børnunum.

Alt ov nógv
Børnini kunnu ikki bíða longur, heldur Finnur Helmsdal, og vit hava øll ábyrgdina.
? Eg havi eingi hagtøl at vísa á, tí á hesum øki eru Føroyar eitt menningarland. Men út frá egnum royndum vil eg pástanda, at alt ov nógvar familjur í Føroyum virka ov illa. Alt ov nógv børn í Føroyum rinda ein sera høgan prís. Og hóast nógv orka verður løgd í, so er úrslitið langt frá nøktandi, sigur Finnur Helmsdal bersøgin.
Avleiðingin av skeivu gongdini er, at nógv børn og ung trívast illa. Tey mennast seint ella skeivt og hava ilt við at klára seg. Summi gerast atferðartrupul og alt ov nógv fáa sálarligar trupulleikar.
Tað vísir seg at vera trupult hjá mongum at stovna vælvirkandi familjur, sigur Finnur Helmsdal, og tíðin er komin at gera nakað álvarsligt.

Tekin í álvara
Spurningurin er, hví tað er komið so langt. Hví fáa børnini ikki hjálp nógv fyrr, tá talan er um viðurskifti, sum er teimum til ampa og beinleiðis kann gerast lívshættisligt.
? Øgiliga ofta hoyra vit, at trupulleikin er duldur. Vit fáa ikki eyga á hann, fyrr enn ballónin brestur. Tað ber ofta til at siga, hvussu tað fer at laga seg hjá onkrum familjum, men tað ber ikki altíð til at síggja trupulleikan. Atburðurin hjá børnum kann siga okkum nógv, men ofta verður einki gjørt, fyrr enn tað er ov seint, sigur Finnur Helmsdal.
Tekin skulu takast í álvara. Tá ið vit tosa um umsorganarsvík eru nógv tekin at hyggja eftir. Likamligur ágangurin hevur ofta sjónlig tekin. Sálarligur ágangur snýr seg eitt nú um trýst, misnýtslu hjá foreldrum ella harðskap millum foreldur. Kynsligur ágangur fyrigongur oftast í tí dulda. Og so er tað kenslulig vanrøkt.
Hvat er tað vit skulu duga at síggja? Børn og ung í vanda kunnu hava trupulleikar við rúsdrekka, tey virða kanska ikki mørk, nýta harðskap uttan grund ella megna ikki at verja seg.
? Yvirlivarar klára alt, men tey flestu vera meira og minni merkt av umsorganarsvíki. Nógv fáa trupulleikar at dragast við, men tað ber til at fyribyrgja. Fyribyrging er ein frasa, eg veit, men ov lítið verður gjørt fyri at fyribyrgja. Tað er lívsneyðugt, tí fyribyrgja vit ikki, so er ov seint. Og tað skal byrja so tíðliga, sum tilber, sigur Finnur Helmsdal.

Eingin samskipan
Samskipan og samstarv eru lyklaorð. Finnur Helmsdal sigur, at tað ikki er vantandi orka, sum ger, at trupulleikarnir hjá børnum sleppa ígjøgnum alla skipanina. Tí ein rúgva av fólkum hava sum starv burturav av at fáast við børn.
? Um vit taldu saman, hvussu nógv eru um børnini, frá tí tey verða fødd til tey eru vaksin, so høvdu vit dottið av stólinum. Men onkursvegna sleppa trupulleikarnir ofta gjøgnum. Jarðamøður, heilsusystrar, pedagogar, sjúkrasystrar og lærarar eru óivað øll umhugsin og gera eitt gott arbeiði. Men tíverri sleppur trupulleikin ofta ígjøgnum, uttan at nakar gera nakað við hann, sigur Finnur Helmsdal.
Talan er um ein hóp av fólki og peningurin, ið brúktur verður, er eisini nógvur, hóast tað kundi verið meira av báðum. Men trupulleikin er, at øll arbeiða eftir sínum forskriftum við hvør sínum serligum endamáli.
? Her eingin samskipan! Mangan eru forðingar í ymisku fakbólkunum. Hvør fakbólkur hevur sínar visjónir, men hann verður hildin innan fyri mark. Tíverri verður ikki arbeitt út frá, hvussu barnið hevur tað aðrastaðni. Fólk ganga við skýklappum og hyggja ikki inn á grannaøkið. Vit gera øll okkara besta, men var innsatsurin samskipaður, so gagnaði tað børnunum og familjunum nógv betur, sigur Finnur Helmsdal.
Tað snýr seg ikki um at broyta arbeiðsuppgávur. Tað er einki galið við dagliga arbeiðnum. Men fólk og starvsbólkar mugu og skulu lata sína vitan um eitt barn fara víðari til aðrar fakbólkar.

Alneyðug fráboðan
Nýggja barnaverndarlógin kann gerast eitt amboð. Øll hava longu nú eina fráboðanarskyldu, um tey gerast varug við, at eitt barn er misrøkt, men í nýggju lógini er hendan fráboðanarskyldan útgreinað.
Øll starvsfólk hava skyldu undir navni at boða frá, um tey vita um viðurskifti, sum eru ein ampi hjá barninum. Onnur kunnu ónavngivin boða frá, men øll skulu! Talan er um viðurskifti, har tilveran hjá barninum er hótt. Nýggja lógin umrøður eisini kanningarararbeiðið, tíðarfreistir og tvørfakligt samstarv. Eydnast tað at fáa hetta at virka, so er nógv vunnið, heldur Finnur Helmsdal.
? Spurningurin er, hví tað hevur verið so torført at fáa fakbólkar at boða øðrum frá sínari vitan. Tagnarskyldan er ein orsøk og klientálit ein onnur. Í triðja lagi hoyra vit ofta, at tað er ein vantandi tiltrúgv til, at nakað hendir. Tagnarskyldan skal sjálvandi virðast, men alt hevur sítt mark, og er tilveran hjá barninum hótt, er farið um tað markið, sigur Finnur Helmsdal.

Vanta barnapsykiatri
Samskipan og samstarv má fáast at virka, áðrenn fráboðanarskyldan virkar. Og í hesum føri heldur Finnur Helmsdal tað vera alneyðugt, at vit fara burtur frá at hava 47 barnaverndir í Føroyum.
? Tað er eitt stórt minus, men mín vón er, at tað vera færri barnaverndir um nøkur ár. Tí tað ber ikki til at arbeiða við barnavernd í kommunum, har tað búgva 200 fólk. Alt er samanvavt, og tí mugu vit hava størri eindir, sigur Finnur Helmsdal.
Hann hevur sjálvur eitt hugskot til, hvussu tað kann virka betur. Ein felags sosial deild skal gerast fyri hvørt størri øki. Øll, sum onkursvegna eru um børn, hava skyldu til at boða sosialu deildini frá. Tað kunnu vera pedagogar, prestar, feløg, lærarar, jarðamøður, sálarfrøðingar, familja, grannar og onnur.
Tríggir kanningardeplar skulu síðan gera tær kanningarnar, sum eru neyðugar, fyri at staðfesta trupulleikarnar og hjálpa barninum. Vit hava longu Sernámsdepilin og ein familjustovn, har kanningar kunnu gerast. Síðan skal eisini ein barna- og ungdómspsykiatri setast á stovn.
? Tað er alneyðugt, at ein barna- og ungdómspsykiatri fæst at virka í Føroyum, tí skipanin, vit hava, við vitjan av barnapsykiatara tvær ferðir um árið, er langt frá nøktandi. Í dag koma vit út fyri, at børn verða lagd á deild tvey, meðan tey vera kannað, ella flutt av landinum, og tað ger bara skaðan størri, sigur Finnur Helmsdal.