Børnini skulu hava eitt fremmant mál aftururat í fólkaskúlanum

– Skúlabørn eiga at hava kravda undirvísing í fýra málum.

 

Tað heldur Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í mentanarnevndini hjá løgtinginum

 

Við skúlablaðið sigur hon, at í Føroyum tykist hugburðurin at vera tann, at vit hava ikki brúk fyri at læra onnur mál enn føroyskt og danskt og enskt. Og tað heldur hon er skeivt. Tí heldur hon, at vit eiga at endurskoða frálæruni í fremmandamálum í fólkaskúlanum.

 

– Føroyar eru eitt lítið máløki, og bæði innan og uttan fyri skúlagátt hevur tað yvirhøvur verið semja um, at vit hava brúk fyri at læra fremmand mál fyri at luttaka og virka í altjóða samfelagnum, og fyri at samstarva á jøvnum føti við onnur lond, sigur hon.

 

Men umframt at vit eru eitt lítið mál, eru vit eisini ein útjaðari, og Hanna Jensen heldur, at vit eiga at hava kravda frálæra í fýra málum í fólkaskúlanum.

 

– Vit liva í einum norðurlendskum, evropiskum og altjóða veruleika, og Føroyar taka lut í ymiskum samstørvum í ymiskum samanhangum, staðfestir hon.

 

Við in.fo sigur hon, at hon skal ikki læsa seg fasta í, hvørji fremmandamál, vit skulu hava í fólkaskúlanum. Men hon staðfestir samstundis, at tað skerst ikki burtur, at vit hava nakrar aldargamlar siðvenjur og politisk og mentanarlig sambond, sum vit mugu leggja upp fyri.

 

– Sjálvandi skal frálæra í føroyskum vera fyrsta málið í fólkaskúlanum sum góð móðurmálsfrálæra. Men landafrøðiliga eru vit partur av Norðurlondum, og søguliga, mentanarliga og politiskt liggja vit tætt upp at Danmark. Tískil slepst tað heldur ikki undan, at børnini ikki eisini læra danskt í skúlanum, sigur Hanna Jensen.

 

Hon vísir á, at tað er líka neyðugt, og sjálvsagt, at vit eisini læra enskt í skúlanum. Hon heldur samstundis, at føroyskt, danskt og enskt, eru so nátúrlig at læra í fólkaskúlanum, at tað valla kann kalla eitt fremmant mál í hesum høpi.

 

– Og hava vit ikki eitt rættiligt fremmandamál, verða vit heimføðislig, tí so duga vit bara føroyskt, danskt og enskt.

 

Og hóast hon sigur, at hon ikki skal læsa seg fasta í, hvat tað fjórða málið í fólkaskúlanum skal vera, heldur hon, at tað er skjótt at koma í tankar um týskt.

 

– Týskland er fólkaríkasta landið, og størsti búskapurin í Vesturevropa, sum vit hava nógv samband við. So fáa børnini eisini frálæru í týskum í skúlanum, er tað eitt stórt mál í Evropa, tey læra, og tí er tað ein stórur vinningur at styrkja frálæruna í týskum aftur.

 

Fyrr høvdu vit ta skipan í fólkaskúlanum, at børnini skuldu hava týskt fyri at sleppa í miðnámsskúla. Og Hanna Jensen heldur, at tað var eitt mistak at sleppa teirri skipanini, tí talið á teimum, sum velja týskt, er fallið eina helvt upp á trý ár.

 

Ein avleiðing av tí er, at vit fáa ikki hildið fast í eina nátúrliga gongd, har børnini fáa føroyskt í fyrsta flokki, danskt í triðja flokki, enskt í fjórða flokki, og so skuldi tað verið nátúrligt at fingið týskt í sætta, ella sjeynda flokki.

 

– Tað er stutt ímillum føroyskt, danskt og enskt, men so er eitt langt glopp í til tey kunnu velja sær týskt í framhaldsdeildini.

 

Og ein avleiðing av tí er so, at týskt verður heldur ikki í miðnámi, tí tað ber ikki til at manna ein flokk tí at ov fá velja týskt í framhaldsdeildini í Fólkaskúlanum.

 

– Tað ávirkar eisini førleikan at byrja upp á tey nýggju málini í miðnámi, at færri næmingar nú hava lisið týskt frammanundan, sigur Hanna Jensen.

 

– Tað er fult av grundgevingum fyri at hava týskt í fólkaskúlanum. Tað er kanska verri at finna grundgevingar ímóti tí, leggur hon afturat.