Tey skúlabørn, foreldur, og lærarar, sum hava bíðað so hugagóð eftir at sleppa inn í nýggja Skúlan á Fløtum, næsta summar, verða helst vónbrotin og mugu brynja seg við toli.
Ætlanin var, at nýggi risaskúlin á Fløtum, skuldi takast í nýtslu í smáum, og eftir ætlan skuldu teir mittastu flokkarnir flyta í nýggja skúlan næsta summar, teir elstu flokkarnir skuldu flyta í 2019 og teir yngstu flokkarnir, og forskúlin, skuldu so flyta í nýggja skúlan í 2020, táið skúlin so skuldi vera heilt liðugur.
Men nú eru útlit til, at tað verður av ongum.
Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og forkvinna í mentanarnevndini í undanfarna býráði, sum legði skúlan til rættis, upplýsti á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið, børnini sleppa ikki inn næsta ár, sum ætlað, og tað sleppur heldur ongin inn í 2019, sum ætlað.
Hon sigur, at tað er nevniliga ein treyt í sáttmálanum um byggingina, at ongi børn sleppa at í skúlan at ganga fyrrenn allur skúlin er liðugur í 2020.
Hon sigur, at tað er ein partur í sáttmálanum, tey ikki hava varnast, og tað harmast hon um.
– Men hetta er helst ein neyðug treyt fyri at fáa sáttmálan, sum er góður í allar aðrar mátar, og saman við Musikkskúlanum og skúlanum Marknagili verður hetta eitt tað mest framkomna skúlaumhvørvið í vesturheiminum, og tað skulu vit vera errin av, heldur hon
Annika Olsen, borgarstjóri vísti kortini á, at tað er ein ventilur í avtaluni, sum ger, at er trygdin forsvarlig, ber til at fáa onkrar flokkar í skúlan áðrenn
Talan er annars um ein rættiliga stóran skúla, tí tilsamans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum. Skúlin verður umleið 11.600 m2 til víddar.