Eini 150 børn tóku lut í barnasjónleikarastevnuni. Ikki færri enn 11 leikir vóru framførdir, og framførslurnar vóru bæði innandura og uttandura. Børnini løgdu til brots leygarmorgunin klokkan níggju, og síðsti leikurin var ikki liðugur fyrr enn um klokkan trý seinnapartin leygardagin.
Vaksandi áhugi
Birita Mohr hjá MÁF sigur, at sjónleikarastevnan eydnaðist serstakliga væl. Tað hevði nógv at siga, at veðrið var til vildar, tí um tað regnaði, hevði tað ikki hepnast so væl við útileikunum. Men júst tær løtur, tá ið útileikir vóru á skránni, var veðrið til vildar, og sólin kagaði fram, greiðir Birita Mohr frá.
Eitt av endamálunum við barnasjónleikarastevnuni er at fáa sjónleik til at verða ein partur av undirvísingini í fólkaskúlanum. Undan stevnuni var skriv sent út til allar skúlar í Føroyum, har teir vóru bjóðaðir til at taka lut í stevnuni. Tíverri var áhugin ikki so stórur, tí einans tríggir skúlar vóru umboðaðir. Børn úr skúlanum í Nólsoy framførdu ein leik, ein bólkur úr Kommunuskúlanum í Havn framførdi ein leik, og eisini var ein framførsla hjá børnum í Rituvíkar skúla.
Birita Mohr sigur, at tað vísir seg at verða ógvuliga trupult at fáa skúlarnar at nýta sjónleik í undirvísingini. MÁF hevur bjóðað seg fram til at hjálpa til við undirvísingini, men hesum hava myndugleikarnir takkað nei til.
Hinvegin kunnu tey í MÁF fegnast um, at tað er ein vaksandi áhugi millum børn fyri at spæla sjónleik. Av teimum ellivu leikunum, ið vóru framførdir á stevnuni leygardagin, vóru teir átta framførdir av næmingum á ávíkavist Sjónleikaskúlanum í Sjónleikarahúsinum og Dramaverkstaðnum hjá Hjørdis Johansen.
- Tað er stórur áhugi millum børn fyri at spæla sjónleik, og tað er langur bíðilisti at sleppa at ganga á báðum skúlunum, sigur Birita Mohr, sum heldur, at framtíðin hjá sjónleikinum í Føroyum sær bjørt út.
Høvdu sjálv bæði skrivað og sett upp
Næmingarnir á sjónleikaskúlunum fáast ikki bert við at spæla sjónleik. Ein stórur partur av undirvísingini snýr seg eisini um at gera leikir, t.v.s. bæði at skriva leikir, seta upp og gera búnar. Hetta hava børnini eisini gjørt, og tí vóru fleiri av leikunum, ið vóru framførdir leygardagin, skrivaðir av næmingunum sjálvum. Eisini hevði onkur næmingur eisini sjálvur smíðað ein sang til onkran av leikunum.
Barnasjónleikarastevnan er á skránni annaðhvørt ár.