Børnini vóru niðriundir

Stutt áðrenn russiska ferjan Bulgaria sakk á ánni Volga í gjár, vóru umleið 50 børn komin saman niðriundir, tí har varð skipað fyri undirhaldi fyri tey yngstu ferðafólkini. Tað er eftir øllum at døma orsøkin til, at 60 av teimum 128, sum doyðu, vóru børn.

Russisku myndugleikarnir duga framvegis ikki at siga, hví skipið sakk. Fólk, sum sluppu við lívinum, hava greitt frá, at skipið legði seg á stýriborð og royndi at snara, tá ein alda legði seg inn yvir tað. Átta minuttir seinni sakk skipið.

Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, hevur lýst dagin í morgin sum almennar syrgidag, og hann hevur kravt, at øll russisk ferðamannaskip skulu kannast.