Búskaparevndin farin til verka

Búskaparnevndin, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur sett at kanna búskaðarligu viðurskiftini, hevði sín fyrsta fund 21. desember. Næsti fundur verður í hesi viku, sigur formaðurin

Á fyrsta fundinum viðgjørdi nevndin,sum telur 10 limir, arbeiðssetningin og hvussu hann skuldi tulkast, eins og hvussu arbeiðið skuldi skipast.

? Vit hava tosað um, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis, raðfylgu og og tulking, og hvussu víðari skal farat í arbeiðinum, sigur Reidar Nónfjall.

Á komandi fundi skal nevndin tosa í fíggjarviðurskifti og miðja ímóti at leggja fasta arbeiðsætlan.

Tað verður m.a. at fáa tilfar til vega, og seta í verk búskaparmodell, har roynt verður at lýsa t.d. hvørjar avleiðingar tað fær, at blokstuðulin verður avtikin, umframt hvussu tað ávirkar ymisk viðurskifti í samfelagnum.

Búskaparnevndin skal verða liðug við kanningarnar 10. mai , og verður partur av hvítbókini, sum skal handast landsstýrismanninum í lógarmálum 10. juni í ár..