Málsetningur/avleiðing
Hvussu er nú skilið? Var tað føroyskt sjálvstýri vit skuldu hava, ella var tað stórst møguliga inntøku? Var tað fullan sjálvsavgerðarrætt, ella var tað pengar á bók? Hetta tykist at vera burturblivið í rokinum av gitingum um búskaparligu avleiðingarnar av at ríkisveitingin hvørvur.
Tað er serliga síðani Hvítbókin kom út, at orðaskiftið um føroyskt sjálvstýri er vorðið eitt mál um avleiðingar, heldur enn at snúgva seg um málsetningar. Hetta verði ikki sagt, tí at avleiðingarnar ongan týdning hava, men tí at vit eru í ferð við at gloyma málsetningin í øllum vasanum um avleiðingarnar.
Fyrr vóru tað dreymatíðarar, gandakallar, druidar og profetar, sum vegleiddu kongar og fúrstar um avleiðingarnar av ætlaðu atgerðunum. Tekin vórðu lisin úr innvøli á nýflettum krýatúrum, úr stjórnugongdini ella euforiskum dreymasjónum. Í dag eru tað búskaparfrøðingar, sum skulu taka árarnar og skjútsa veljaraskaran og politikararnar inn í framtíðarsjónirnar.
Málsetningurin er hann, sum skilir partarnar ? og ikki avleiðingin. Tað kann saktans vera semja millum sambandsmannin og loysingamannin um búskaparligu avleiðingarnar av at taka sjálvstýri. Men hóast tað, kunnu teir saktans vera ósamdir um málið. Hóast semja er um, at búskapurin fer at verða minni eftir at ríkisveitingin hvørvur, so er sambandsmaðurin framvegis sambandsmaður og loysingamaðurin framvegis loysingamaður.
Tá skorið verður inn á bein, so er loysingamaðurin hugaður fyri einum sjálvstøðugum ríki, meðan tann sambandssinnaði er hugaður fyri at vera innanfyri donsku ríkiskarmarnar.
Drýla- og sperðilshugburður
Eru tey mál vit seta okkum mál í lívinum altíð bygd á búskaparligan hellubotn? Er ikki ofta annar og bleytari botnur undir, eisini ? ella kanska serliga ? tá tað eru avgerandi mál? Ella er tað kanska so rívandi galið, at nógvar av teimum mest týðandi avgerðunum í lívinum verða tiknar uttan búskaparlig fyrilit?
Pápi plagdi at taka til mannin, sum fór um fjøll at fríggja. Gentan, sum hann var góður við, búði í grannabygdini, og ein dagin tók hann dirvi til sín ? stakk ein drýlbita og ein sperðilsenda í skjáttuna og fór til gongu. Komin niðan síðstu brekkuna, settist hann at fáa sær ein bita. Og har sum hann sat í góðveðrinum og tugdi so hugagóður, kom fløkja ímillum ástarhugin og sjálvsøkni. Við síðsta sperðilsbitanum í hondini grundaði hann, at vóru tey fleiri um bitan, fekk hann ikki mettuna. Tá bitin varð svølgdur, fatlaði hann skjáttuna á seg og vendi heimaftur.
Tað er ikki sørt av snýti frá báðum pørtum, tá alt kjakið um loysing er vorðið eitt spæl um búskaparliga framtíð. Flestu okkara hava avgørda meining um sakina, uttan at skeita til búskaparmál yvirhøvur, tí vit taka støði í øðrum virðum enn búskapi.
Ikki soleiðis at skilja, at búskaparligar metingar eru til fánýtis, men tað er skeivt at billa sær inn, at búskaparmál er tað, sum skilir partarnar í mestan mun.
Óvissan
Tað eigur at verða sligið fast, at ?óvissan? skuldi verið meginyvirskriftin á Hvítubók. Skulu búskaparfrøðingar varðveita umdømi og æru, eigur at verða greitt skilt ímillum tað, sum kann sigast við rímuligari vissu og tað, sum er púra óvist.
Til dømis kann sigast við rímuligari vissu, at ?búskapurin minkar?, tá ríkisveitingin hvørvur. Eitt sindur fýrakantað sagt, er hetta tað einasta, sum vissa er um. Hvat ið hendir aftaná, liggur fyri stóran part í mjørka. Men at hetta merkir færri arbeiðspláss og harav fráflyting, er ongin ivi um. Hetta er so sjálvsagt, at tað nýtist ongin hvítbókabólkur at kanna.
Tann nyttan, sum búskaparbólkurin í Hvítbókaarbeiðinum hevur havt, er at ávísa, at tað undir ávísum fortreytum hvørki hendir nøkur kinasyndromatisk niðursmelting av búskapinum, um ríkisveitingin hvørvur, og at tað so avgjørt heldur ikki verður eitt samfelag, har nýggjar vinnur spretta sum autogenesa ella sjálvsnøring. Hvítbókin ? búskaparparturin ? vísir, at loysingin er ein búskaparlig kreppa, sum komast kann ígjøgnum upp á ymsar mátar.
Stóð tað okkum í boði at samanbera tvær útgávur av føroyska búskapinum um 30 ár, eina útgávu við ríkisveiting og eina útgávu uttan ríkisveiting, so kundi slíkt spámannakynstur givið okkum úrslitið í hondina. Men ongin búskaparfrøðingur kann svara hesum spurningi í dag , uttan at hann fer upp í part við teimum, um lesa úr dreymasjónum, nýflettum innvøli og stjørnum.
Støddin á búskapinum og livistøðið
Tað er skeivt at billa fólki inn, at tað ongar búskaparligar avleiðingar fær, um vit loysa frá Danmark. Tað er líka skeivt at billa fólki inn, at livistøðið í framtíðini fer at verða lægri undir sjálvstýri enn undir sambandi.
Millum støddina á búskapinum og livistøðið, er onki einfalt samband, sum givið er frammanundan. Um føroyski búskapurin minkar í vavi, eftir at ríkisveitingin er horvin, er harvið ikki sagt, at livistøðið hjá borgarunum verður lægri ella at búskaparvøxturin verður minni.
Tað er eingin ivi um, at vavið á búskapinum minkar, so skjótt sum ríkisveitingin hvørvur. Tá fráflytingin ? sum óiva verður ? hevur lagað seg, eins og nýtsla og íløgur hava lagað seg til nýggju støðuna, er púra óvist hvussu livistøðið verður í landinum.
Mestu tíðina í heimastýristíðini, hevur livistøðið í Føroyum verið lægri enn í Danmark, Noregi og Svøríki. Og dekan hann fari, um íslendingar ikki fóru fram um okkum eisini. Hetta er alt hent undir heimastýrnum. Søguliga kunnu vit tí bara siga eitt við vissu, og tað er, at undir heimastýrinum hevur livistøðið verið lægri enn í grannalondunum!
Forsøgnin um at livistøðið fer at vera lægri enn í grannalondunum, er tí ikki serliga nýskapandi. Men um tað fer at vera lægri undir sjálvstýri enn undir heimastýri, veit eingin at siga.
Búskaparvøxtur
1,2 ella 3 prosent?
Búskaparvøxturin hevur onki beinleiðis samband við vavið á búskapinum. Yvirhøvur er búskaparvøxtur ein gáta ? eisini fyri búskaparfrøðingar. Søguliga eru vit ófør til at ?finna upp á? orsøkir til at búskaparvøxturin var so ella so tað tíðarskeiðið. Men at koma við skilagóðum forsagnum um búskaparvøxtur, hevur ongin megnað enn. Hví er búskaparvøxtur í USA í dag, meðan Europa og Japan halta aftaná?
Tað stendur til hvønn einstakan, at gera forsagnir um búskaparvøxturin. Sigur ein búskaparfrøðingur, at vøxturin fer at liggja nærri 1%, tá ríkisveitingin hvørvur,so er tað eins seriøst at siga at hann fer at vera 3%. Ella eins óseriøst. Men tað kann grundast á, at vaxandi íløgurnar er tað einasta, sum hevur empiriskt og teoretiskt samband við búskaparvøxtur. Minni almennur sektorur og meira ?frítt initiativ? fer at hava við sær størri búskaparvøxtur, enn hann søguliga hevur verið. Somuleiðis kann tað grundast á, at vøxturin, sum nú er í USA, fer at smitta á restina av heiminum komandi árini.
Men hetta er eins óseriøst, sum at siga, at vøxturin fer at vera 1% ella 2%. Pressan ? og ikki minst politisku flokkarnir - er meira hugað fyri einum tali upp á 1, 2 ella 3% enn einari seriøsari frágreiðing um at onki líkinda samband er millum búskaparvøxtur og loysing.
Lopið út í sjálvstýri er eitt lop út í óvissu. Men tað er í hvussu so er eitt lop. Har er einki trygdarnet undir, og tann sum vil loysing, má taka á seg tað óvissuna, sum er. Vil man ikki tað, er man ikki førur fyri at bera byrð-una.
Við sambandinum vita vit hvat ið vit hava. Vit kenna gongdina síðani 1946, og frábrigdini verða ikki nógv framyvir.
Virðið á Hvítubók ? semja ella ósemja
Hvítbókin er undirskrivað av øllum limum í bólkinum. Sjálvur haldi eg, at hetta er tekin um, at búskaparfrøðingar eru lagaligt fólkaslag, sum fólk flest eru. Tí semja er ikki um alt í bókini ? minni enn so. Men vit hava gjørt eitt verk saman, so at kjakið um búskaparligu avleiðingarnar kundi hava ein text at hava støði í. Hvør hevur sítt íkast til bókina, men semja er ikki millum limirnar um ymsu lýsingarnar.
Og hetta er í lagi. Nú liggur so eitt skjal, sum kjakast kann um. Ikki eitt skjal, sum hevur sett punktum fyri øllum orðaskifti um búskaparligar avleiðingar, men júst tað øvugta. Man kann siga, at hetta var teinurin, vit megnaðu at rógva á sama báti ? og væl var tað. Tað lat seg gera, tí at vit í búskaparfrøðini høvdu felags botn at standa á.
At óheftu búskaparfrøðingarnir nú gerast politiskir, er ikki annað enn tekin um, at vit øll taka støði í øðrum enn búskapi, tá tað snýr seg um málið: loysing ella samband.
Hermann Oskarsson